Geytakvøldið er til fyri at birta áhuga, geva filmsfólkum felagsskap og at vísa á tey dugnaligastu stuttfilmsavrikini
Tíðindi
Geytakvøldið er til fyri at birta áhuga, geva filmsfólkum felagsskap og at vísa á tey dugnaligastu stuttfilmsavrikini
Leygarkvøldið savnast filmsáhugað í Føroyum í sínum fínasta pussi á reyðu langmottuni í Norðurlandahúsinum til árligu stuttfilmskappingina, Geytan. Vit hava fingið orðið á Turið Johannesen, verkætlanarleiðara í Norðurlandahúsinum.
Eftir: Sólju av Skarði / Myndir Finnur Justinussen 25.02.2026
Fyri summi kann tað kanska tykjast eitt sindur fjákut at traska á reyðum gólvteppum og klappa hvørjum øðrum á herðarnar, hóast vit eru so fá, men tað er fyri vissu ein størri meining í galskapinum.

Geytin, sum á fyrsta sinni bleiv hildin fyri jól í 2012, hevur virkað bæði sum ein partur av táverandi filmsfestivalinum TÓFF (Tórshavnar Film Festival), og sum sjálvstøðugt filmskvøld í Norðurlandahúsinum. Umboðini úr eldhugaðu dómsnevndini hava altíð verið við til at stuðla menningini av Geytanum, greiðir Turið frá. Millum annað hevur Kringvarpið onkur ár víst Geytan í sjónvarpinum, og í ár skipar Filmshúsið sama dag fyri politiskum orðaskifti.

- Góðar og vitandi kreftir eru neyðugar um Geytin skal røkka sínum endamáli um at birta og stimbra áhugan fyri føroyskari stuttfilmslist, og tí gleðist Norðurlandahúsið um at dómsnevndin í næstum fer at eftirmeta og formfesta nevndararbeiðið uppaftur meira, fortelur Turið.

 

Ársins Geyti

Spurd um nakað verður øðrvísi í ár enn undanfarnu árini, svarar Turið skemtiliga, at í ár verða boblurnar bjóðaðar sum vælkomstdrykkur og ikki í steðginum! Men skemt til viks, so hoyrir tað líkasum til, at Føroyar hava eina filmspríshandan, og at vit nýta høvið at gera eitt sindur meira burturúr enn vanligt, heldur Turið.

- Fyri summi kann tað kanska tykjast eitt sindur fjákut at traska á reyðum gólvteppum og klappa hvørjum øðrum á herðarnar, hóast vit eru so fá, men tað er við vissu ein størri meining í galskapinum. Geytakvøldið er til fyri at birta áhuga, fyri at geva filmsfólkum felagsskap, at vísa á tey dugnaligastu stuttfilmsavrikini, og ikki minst, so duga virðislønir enn nakað so sjálsamt sum at vísa umheiminum, at vit meina tað í djúpasta álvara. Geytin og Áskoðaravirðislønin skulu eisini kunna brúkast til at opna dyr, sigur Turið.

 

Hvat kunnu áskoðarar serliga gleða seg til?

Áskoðarar kunnu veruliga gleða seg til at síggja nøkur av teimum bestu og nýggjastu stuttfilmunum, sum føroyingar framleiða í dag. Og tey eru vælkomin at finna stásklæðini fram, tí tey traðka inn í eitt Norðurlandahús, ið bjóðar til gott hátíðarhald og veitsluróm. Tað kann haraftrat gleða ein og hvønn, at Birgir Kruse leiðir okkum við bæði tign og einum skálkabrosi í gjøgnum skránna, sigur Turið at enda.

 

Søgan handan navnið og standmyndina

Geytavirðislønin er nevnd eftir Herálvi Geyti (1914-1985), sum í 60’unum og 70’unum ferðaðist millum bygdir at vísa film, har eingin biografur var. Ikonisku standmyndina av gylta manninum í bundnari topphúgvu og filmstasku í hvørjari hond, hevur Astrid Andreasen, verdóttir Hérálv, sniðgivið, og David Geyti, sonur Astridar og abbasonur Herálv, hevur evnað standmyndina.

 

Tey tilnevndu í ár eru: 

  • Thomas Koba við filminum, “Áin”

  • Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, “Hendir her”

  • Maria Tórgarð við filminum, “Mammuskepilsið”

  • Anna Joensen-Næs við filminum, “Sansa”

  • Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”

  • RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, “TREGI”

  • Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”

Stuðulin til Geyta-virðislønina á 40.000 kr er latin av Runavíkar kommunu, og stuðulin til Áskoðaravirðislønina, sum í ár eisini er 40.000 kr, er latin av Tórshavnar kommunu.

 

Keldur: Nordatlantens.dk: Færøske kortfilmperler /Geytin, nlh.fo: Geytin 2026,  in.fo: Geytin skal hjálpa føroyskum filmum




Viðkomandi greinar