Gott nýggjár
Tíðindi
Gott nýggjár
Vit á Kvinnu ynskja øllum okkara lesarum og lýsarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri tað farna árið
Eftir: Ingrid Bjarnastein 31.12.2020

2020 fer uttan iva at standa eftir sum tað løgnasta árið í nýggjari tíð. Árið, har vit vórðu tvingaðar niður í ferð, árið, vit vóru saman í frástøðu og árið, har vit onkursvegna sóu, hvussu viðbrekin vit øll eru, nú eitt virus setti allan heimin í skák mát størsta partin av einum ári.

Nú nýggja árið stendur á gáttini, vil Kvinna ynskja øllum sínum lesarum og lýsarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár og takka fyri gott samstarv í skjótt farna ári. Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi ár saman við tykkum øllum :)

Kvinna