Greta undirskrivað sáttmála við norskt plátufelag
Tíðindi
Greta undirskrivað sáttmála við norskt plátufelag
Greta Svabo Bech hevur undirskrivað sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, og beint fyri páskir gav hon fyrsta staklagið 'Breathe' út.
Eftir: Ingrid Bjarnastein/Mynd: Beinta á Torkilsheyggi 06.04.2021

'Breathe' er fyrsti bitin av einari røð av komandi útgávum hjá Gretu Svabo Bech, sum fyri stuttum hevur undirskrivað sáttmála við Propeller Recordings. Plátufelagið umboðar m.a. Highasakite, Sløtface, Moddi, Amanda Tenfjord, Katzenjammer.

– 'Breathe' er ein vøgguvísa, ein dreymasangur, eitt ‘góða nátt’ við onkran, sum er farin. Minnir frá einum lívi, frá jørð til himmal, frá vøkstri til forfall. Lívið byrjar við at anda inn og endar við at anda út. At siga farvæl kann taka meira enn eitt heilt lív, sigur Greta Svabo Bech um nýggja staklagið.

Tað var júst demo-lagið til ‘Breathe’ sum vakti ans hjá Propeller Recordings, og tað er eisini eitt natúrligt stig í søguni at geva hetta lagið út fyrst.


Nýgg sjónbandalag
Eisini er eitt sjónbandalag, sum er sett til eina live upptøku av sanginum, upptikið í sovikamarinum, við føroyska landslagnum í bakgrundini komið út. 

Ljóðupptøkan er, sum sangurin upprunaliga varð skrivaður, bert við gittar og rødd uttan nøkur eyka ljóðføri ella eftirviðgerð. Við hesari einføldu upptøkuni vildi Greta skapa eitt sjónband, sum endurspeglar eina dreymakenslu. Hendan kenslan, og týdningurin av sanginum tekur okkum á eina surrealistiska ferð í tí stórfingnu føroysku náttúruni.