Tíðindi
Halla Nolsøe Poulsen nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini
Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, og tí er nýggj forkvinna sett í Javnstøðunevndini.
Í samband við at Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, hevur hon boðað frá, at hon fer frá í úrtíð og sigur sessin sum forkvinna í Javnstøðunevndini frá sær. Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan, hevur gjørt av at velja Hallu Nolsøe Poulsen til nýggja forkvinnu í Javnstøðunevndini.
Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í NORA, og hevur arbeitt í landsfyristing og norðurlendskum samstarvi í nógv ár, eitt nú í uttanríkistænastuni og sum sendikvinna Føroya í Íslandi. Halla varð útbúgvin stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2004. Nýggja forkvinnan situr valskeiðið út.