Tíðindi
Hanna í Horni sendikvinna Føroya til Íslands
Hanna í Horni er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon tekur við 1. septembur, tá ið hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen, ið hevur verið sendikvinna í Reykjavík síðani 2020.
Hanna í Horni er 48 ára gomul og doktari í International Relations frá Swansea University. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2008 og frammanundan starvaðist hon í tvey ár á Sendistovu Føroya í Brússel sum málsviðgeri og skrivari. Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur Hanna eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum. Seinnu árini hevur Hanna umsitið menningarsamstarv og neyðhjálp umframt mannarættindasáttmálarnar, ið Føroyar eru fevndar av.