Hanna Jensen nýggjur rektari á Miðnámi á Kambsdali
Tíðindi
Hanna Jensen nýggjur rektari á Miðnámi á Kambsdali
47 ára gamla Hanna Jensen er sett sum rektari á Miðnámi á Kambsdali.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Amy Hansen 01.02.2021

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali. Hon avloysir Páll Isholm, sum hevur sitið í starvinum síðani 1. august 2015.

Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.

Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari innan miðnámsøkið. Eisini hevur hon royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.

Hanna Jensen byrjar í starvinum 1. mars 2021.