Heidi Sevdal skrivar søgu við fleiri landsdystium enn nakar annar føroyingur
Tíðindi
Heidi Sevdal skrivar søgu við fleiri landsdystium enn nakar annar føroyingur
Týskvøldið skrivaði føroyskur fótbóltur søgu, tá Heidi Sevdal – ein av okkara allar sterkastu fótoltskvinnum – spældi sín 96. A-landsdyst
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: FSF 04.06.2025

Týskvøldið skrivaði føroyskur fótbóltur søgu, tá Heidi Sevdal – ein av okkara allar sterkastu fótoltskvinnum – spældi sín 96. A-landsdyst. Hon er nú tann føroyingurin, sum hevur spælt flest landsdystir nakrantíð.

 

– Tað er stórt og ein øgiliga stór æra at hava kunnað spælt so nógvar dystir, segði hon við Kringvarpið eftir dystin móti Slovakia í gjárkvøldið.

 

Slovakia er nummar 48 á FIFA-styrkislistanum, meðan Føroyar eru nummar 110 – men tann styrkismunurin sást lítið til á vøllinum.

 

Slovakia legði seg á odda tíðliga, men føroyska liðið svaraði aftur, tá Ásla Johannesen javnaði. Men í 88. minutti fekk Slovakia sigursmálið, og dysturin endaði 2-1. 

 

 

– Vit høvdu nógvar kjansir, og eg haldi, at vit eiga minst eitt stig í hesum dystinum. Men vit kláraðu akkurát ikki at skora, og vit orka ikki líka væl at renna framvið ta síðstu løtuna, segði Heidi eftir dystin.

 

Slovakia vann bólkin við 18 stigum, meðan Føroyar endaðu á 2. plássi við 10 stigum, frammanfyri Moldova og Gibraltar.

 

Heidi eigur ikki bert metið fyri flest A-landsdystir – hon hevur eisini skotið flest mál í landsliðssøguni hjá kvinnum: heili 31 mál. Hon hevur verið ein hornasteinur á liðnum í nógv ár – og stendur eftir sum ein fyrimynd í føroyskum fótbólti.