Í fjør varð føroysk filmsøga skrivað, tá ið Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins á fyrsta sinni varð latin føroyskum filmi og Det sidste paradis på jord hjá Sakaris Stórá vann tignaðarligu filmsvirðislønina. Nú kann tað henda aftur við sterka og persónliga heimildarfilminum Birita hjá Búa Dam, sum er ein rørandi og lívsjáttandi heimildarfilmur um navnframa føroyska sjónleikaran, Biritu Mohr, sum hóast ringa Alzheimersjúku vendir aftur á pallin í sínum lívs leikluti í eini uppseting av Lear Kongi.
Birita er fyrsti dokumentarfilmurin í spælifilmslongd hjá Búa Dam. Filmin hevur hann gjørt saman við framleiðarunum Jón Hammer, Mark Steele og Duritu Sumberg.
– Tað er ein stórur heiður at verða tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyri føroyingar kemur tað altíð sum ein hvøkkur, tá okkara søgur verða sæddar og hoyrdar í Norðurlondum. Føroyar hava jú leingi verið í útjaðaranum av norðurlendska felagsskapinum. Men nú, tá ið vit seinastu mongu árini hava flutt okkum meira ímóti at declare independence, sum íslendska systir okkara, Björk, eggjaði okkum til í 2008, er tað týdningarmikið, at vit skapa eitt greiðari pláss fyri okkara egnu rødd, okkara máli og okkara mentan í norðurlendska felagsskapinum. Tí er henda tilnevningin bæði gleðilig og týdningarmikil fyri okkum, sigur Búi Dam.

Birita er fyrsti dokumentarfilmurin í spælifilmslongd hjá Búa Dam
Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja Biritu
Í grundgevingini skrivar føroyska dómsnevndin millum annað um bakgrundina fyri filmin og arbeiðið hjá leikstjóranum:
„Meðan hann bæði leikstjórnar leikin og heimildarfilmin, stríðist Búi við at rættvísgera verkætlanina og tær etisku avleiðingarnar av henni. Pápi hansara, Egi, roynir at finna javnvágina millum leiklutin sum maður og persónligur hjálpari, samstundis sum vantandi førleikin hjá Biritu at geva samtykki reisir torførar spurningar um sjálvt grundarlagið undir framleiðsluni. Hóast støðan er trupul, skapar smittandi lívsgleðin hjá Biritu hita og lættleika. Hon livir í løtuni, uttan at vera bundin av minninum, og tað nemur øll, sum eru partur av tilgongdini."
Listafólkini handan Biritu
Búi Dam er leikstjóri, sjónleikari og tónleikari og er uppvaksin í Føroyum í eini familju av sjónleikarum. Hann hevur lisið leikstjórn á Den Danske Scenekunstskole, sjónleik í London og tónleik í Íslandi.
Seinastu árini hevur hann arbeitt við bæði leiki og filmi sum sjónleikari, handritshøvundur og leikstjóri. Hann hevur millum annað vunnið Geytan fyri besta stuttfilm, eina sjónleikaravirðisløn á Winter Film Awards í New York og føroysku mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri leikin Castle of Joy.
Teir tríggir framleiðararnir á filminum eru eisini tilnevndir virðislønina. Jón Hammer, Mark Steele og Durita Sumberg hava tilsamans drúgvar og fjølbroyttar royndir innan kreativa menning, framleiðslu, eftirframleiðslu, sølu og útbreiðslu.
Hørð kapping millum seks filmar
Hinar tilnevningarnar í ár telja sterkar altjóða filmar, eitt nú norska Oscar-vinnaran í ár, Affektionsværdi hjá Joachim Trier, og The Love That Remains hjá íslendska filmsleikstjóranum Hlynur Pálmason.
Hinir kandidatarnir í ár eru:
Danmark: Begyndelser eftir Jeanette Nordahl
Finnland: A Light that Never Goes Out eftir Lauri-Matti Parppei
Ísland: The Love That Remains eftir Hlynur Pálmason
Norra: Affektionsværdi eftir Joachim Trier
Svøríki: Kevlar Soul eftir Maria Eriksson-Hecht
Um Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
Tilnevndu filmarnir verða sýndir á serligum tiltøkum í norðurlondunum, millum annað í Norðurlandahúsinum 7.–10. oktober.
Vinnararnir verða kunngjørdir 20. oktober, samstundis sum hinar virðislønir Norðurlandaráðsins innan tónleik, bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir og umhvørvi verða kunngjørdar.