Heimildarfilmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin
Tíðindi
Heimildarfilmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin
Ein finskur heimildarfilmur um sokallaða 'Hobbyhorse Revolution' - eitt serligt fyribrigdi og sermentan.
Eftir: Tíðindaskriv 28.04.2021

Hobbyhorse Revolution er ein stuttligur og rørandi heimildarfilmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin. Hann veitir innlit í eitt heilt serligt fyribrigdi og bjóðar okkum inn í eina feita sermentan við punk-rokkara hugburði. Hobbyhorse genturnar hava dirvi at fara egnan veg, og fleiri leggjast afturat. Áhugin hevur ikki bara breitt seg um alt Finnland, men eisini út um landoddarnar.

Nær ert tú ov gomul til at spæla? Tannáringarnir Aisku, Elsa og Alisa brenna fyri Hobbyhorse. Tað er tað, sum vit kenna sum at spæla við ein gamaldags prukkuhest. Ein stokkur við hestahøvdi, sum tú ríður á. Vanliga seta fólk prukkuhestin í samband við væl yngri børn, men tað leggja Aisku, Elsa og Alisa einki í. Tær spæla við prukkuhestin á einum heilt nýggjum stigi, sum inniber Instagram, bloggar, venjing og landsumfatandi kappingar. Tær hava ein sterkan felagsskap saman við øðrum Hobbyhorse-gentum. Ein felagsskap, sum er fullur av hugflogi og sterkum kenslum. Her finna tær stuðul og styrki til m.a. at yvirliva happing.

Filmurin er bæði fyri vaksin og børn og verður sýndur í Norðurlandahúsinum 6. mai 2021.