
Heiðurslønin varð handað Heina í Skorini í dag á ársins Vísindavøku, sum var hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn.. Heini er Ph.d., lektari og útbúgvingarleiðari á masterlæruni á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróskaparsetrinum. Og júst nú er hann aktuellur við bókini "Kampen om ytringsfrihed"
– Við gávumildum og kompetentum samskiftishugi hevur Heini sett føroyska gransking á breddan, eisini uttanlands, var ein av mongu grundgevingunum, sum Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í dómsnevndini, bar fram.
Hesi hava higartil vunnið ársins miðlaheiður fyri gransking:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini