Tá Annelis K. í Homrum lá á føðideildini eftir at hava átt fyrsta sonin í 1999, hendi nakað ókent. Hon græt og græt og græt, men hon skilti ikki hví.
– Viðgongutíðin og føðingin høvdu gingið væl, men tá eg lá á føðideildini, og gestirnir komu og fóru, kendist tað, sum slapp eg ikki úr stað, sigur Annelis, sum bert var 20 ár, tá hon fyrstu ferð upplivdi hesar ókendu kenslurnar.
Býr við Norðskála og starvast sum krambafólk
Tað hendi ikki so nógv meir tá, men tá hon síðani átti næsta sonin, var hon kensluborin og eym, tá hon fekk verkir, og varð send heim aftur, tí tíðin ikki var búgvin at eiga. Hon kendi tá kenslurnar aftur. Tá hon so átti triðja sonin um summarið 2008, komu kenslurnar aftur við øktari megi.
– Eg kendi til vanligu kropsligu og sinnisligu broytingarnar, sum henda, tá tú eigur eitt barn, og helt, at hetta kanska var ein liður í tí - og tí stríddist eg at halda høvdið undan vatnskorpuni. Eg gjørdi tað, eg megnaði við at halda hús, gera matpakkar og alt annað, sum krevst, tá tú hevur smábørn og ert í dagliga trummirumminum. Eg merkti ongantíð eftir, hvussu eg sjálv hevði tað, tí sum mamma kemur tú ikki sjálv í fyrstu røð.
– Men 1. oktober krassjaði alt. Eg fekk ógvusliga hjartabankan, og tað kendist, sum hjartað leyp úr mær. Eg legði meg niður á heita vesigólvið, og lítli sonurin lá í liftini við síðuna av mær. Eg ringdi til mannin og forkláraði honum, at eg hevði hendan ampan og fekk ikki luft. Skjótt vóru hann, vermamma mín og lækni hjástødd. Eg varð send á sjúkrahúsið, har fleiri royndir vórðu gjørdar. Kropsliga bagdi mær einki. Tað var sinnið, sum var brotið. Eg tímdi einki, orkaði einki og bara græt. Alt var torført, greiðir Annelis erliga frá.
Hon fekk tá bjóðað antidepressivan heilivág og ivaðist als ikki í at takka ja. Hon vónaði bara, at heilivágurin fór at hjálpa.
Tíðina eftir fekk Annelis nógva hjálp frá familjuni. Mamma hennara kom fleiri ferðir um vikuna at hjálpa við tí húsliga, og Annelis fór hvønn dag ein túr við barnavogninum at vitja verforeldrini.
– Tað hjálpir at fáa fríska luft og at vera saman við fólki, sum stuðla. Og so hvíldi eg meg nógv, meðan yngsti sonurin svav, tí maðurin helt øllum saman heima, tá eg ikki orkaði.
Eitt hálvt ár seinni hevði hon tað so mikið gott, og tá steðgaði hon at taka heilivágin.
Tunglyndið versnar
– Tá hugsaði eg, at hetta var tað, og at nú fer tað at gerast betri. So koyrdi eg á aftur við arbeiði, skúla, matpakkum og húsligum arbeiði uttan at hugsa um, hvussu sinnalagið hjá mær er samansett. Eg gloymdi meg sjálva aftur, og eg legði ikki til merkis, at uttan heilivágin tóku negativu tankarnir yvir. Skjótt fylti kenslan av ikki at strekkja til alt, og eg hugsaði nógv um, hvussu nógv betri tað var hjá øðrum, hóast tað eisini var gott hjá okkum. Eg sá tað bara ikki sjálv.
– Tá valdu vit at selja nýggju húsini, sum vit høvdu bygt í Svínáum, og vit bjóðaðu upp á eini eldri hús við Norðskála. Eg toldi ikki hesa ógvusligu broytingina, og meðan vit pakkaðu húsini saman, gjørdist eg ógvuliga illa fyri. Húsini vóru sjálvsagt ikki orsøkin til, at eg fekk tað so ringt, men tann hendingin var seinasti steinurin, sum koppaði øllum. Eg misti bæði svøvnin og matarlystin, og høvdið var sum eitt krúllað noða – fylt við ógvusligum tankum. Familjan hjá mær tordi ikki at hava meg heima longur.
Annelis varð tá innløgd á Psykiatriska Depilin í tríggjar mánaðir.
– Eg var bara har. Og eg svav nógv. Tá eg vaknaði, hugsaði eg um, hví vit høvdu selt húsini. Eg dugdi ikki at arbeiða við tonkunum, sum fyltu meg, og tað nyttaði ikki hjá fakfólkunum har at tosa við meg.
Heilivágur var aftur bráðneyðugur
Annelis merkti ongan bata, áðrenn hon fekk heilivág fyri psykosu.
– Fyri meg kendist tað, sum var hetta seinasti møguleikin hjá mær, og tí var tað vert at royna. Alt var vert at royna, hóast eg tá ikki trúði uppá, at hetta fór at hjálpa. Men okkurt vaknaði í mær av heilivágnum fyri psykosu, og tvær vikur seinni var eg so mikið fræg, at eg kundi fara heim. Eg hevði tó lítið av orku og var ikki glað. Eg var sjúkrameldað í tríggjar mánaðir, og síðani trýsti eg meg til arbeiðis niðursetta tíð. Vit fingu onga fíggjarliga hjálp ella stuðul og vórðu heldur ikki kunnað um møguleikarnar fyri at søkja um nakað tílíkt. Eg eri hørm um, at eg fór til arbeiðis tá, tí eg hevði brúk fyri at uppbyggja meg sjálva og leggja orkuna í sálarheilsuna, so eg kundi koma upp á beinini aftur.
– Síðani fekk eg aftur antidepressivan heilivág, og tað hjálpti mær væl; og við hjálp frá heilivágnum og kognitivu psykoterapiini fekk eg arbeitt við mær sjálvari saman við fakfólki. Sum ein liður í viðgerðini skuldi eg skriva trý ting á pappír hvønn dag, sum eg var takksom fyri. Í fyrstuni var tað so einfalt sum, at eg kom upp úr songini, fekk okkurt at eta og gekk ein túr. Tað arbeiðið við tonkunum kravdi nógv, men eg lærdi eisini nógv. Tað er hart. Ja, tað er heilt ótrúliga hart. Eg fái mangan ilt í búkin, tá eg hugsi um hasa tíðina, og eg undrist á, hvussu tað yvirhøvur bar til at koma víðari, tá tú hevur verið so langt niðri, sum eg var. Men knappliga ein dag vóru knútarnir burtur.
– Eg tók 20 kilo uppá av heilivágnum fyri psykosu, men eg fekk eingi hjáárin av antidepressiva heilivágnum. Eg veit, at summi uppliva, at tey hvørki verða glað ella kedd av slíkum heilivági, og tað minnist eg ikki, um eg upplivdi í fyrstuni, men eftir at sjálvsvirðið var uppbygt við terapi, havi eg einki hjáárin havt.
At góðtaka seg sjálva
Sjálvsagt veit Annelis ikki, um hon kann enda í djúpari depressión aftur. Serstakliga tí, at báðu ferð hon upplivdi tað, hendi tað knappliga. Men í dag veit hon, hvat skal til, fyri at hon hevur tað gott.
– Eg havi lært at seta mørk, og eg veit eisini, at eg ikki toli stórar knappligar avgerðir ella broytingar. So við og við havi eg lært, hvat kroppurin tolir, og í dag sigi eg frá, um okkurt er, sum eg ikki fái góðtikið. Onkur heldur kanska, at eg eri meir egoistisk, men eg leggi onki í tað. Hevði talan verið um eitt brotið bein, hevði tað verið ein sjálvfylgja, at eg takkaði nei til ein túr niðan á Slættaratind.
– Eg taki enn antidepressiva heilivágin, tí eg haldi sjálv, at mær tørvar hann. Summi taka heilivág fyri blóðtrýst ella astmu. Hetta er mín heilivágur, og kann ein tablett hjálpa og halda mær uppi, er tað í lagi. Tú mást læra og góðtaka, at soleiðis er tað bara. Eg havi eisini kent, at tá eg havi upplivað avbjóðingar og mótgongd, sum tá eg passaði og síðani misti mammu mína, havi eg klárað tey skerini. Eg veit ikki, um eg hevði klárað tað, um eg ikki tók medisinið.
Annelis leggur ferð eftir ferð dent á, hvussu umráðandi tað hevur verið hjá henni at verið opin um alt tað, hon hevur stríðst við, og hvussu nógv tað hevur at siga at biðja um og at móttaka hjálp frá familju og vinfólki
– Bæði eg og maður mín hava stóra og nærlagda familju. Tá vit fluttu úr Svínáum til Norðskála, pakkaðu og fluttu tríggjar av vinkonunum hjá mær alt innbúgvið fyri okkum saman við einum vinmanni, sum hevði leigað ein flytibil. Foreldur, systkin og mostir mín hjálptu okkum sera væl og fingu húsini hugnalig innan og uttan. Eg fekk ein stóran urtagarð, sum eg als ikki ynskti mær tá, men sum eg elski í dag. Eg eri so takksom fyri alla ta hjálpina, og tað er so ómetaliga umráðandi við familju, vinum og góðum netverki. Summi fáa ikki ta hjálpina, tí tey ikki tora at biðja um hana, hugleiðir hon.
Les longri tema um antidepressivan heilivág í Kvinnu 3, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið .