Hetta kanst tú vinna til lutakastið eftir Kvinnurenningina
Tíðindi
Hetta kanst tú vinna til lutakastið eftir Kvinnurenningina
Tá liðugt er at renna leygardagin verður drigið um allar hesar lekkru vinningarnar
Eftir: Kvinnu 18.05.2022

Tá vit eru komnar á mál eftir ein góðan túr til ársins Kvinnurenning leygardagin verður drigið um allar teir metgóðu vinningarnar, vit hava í ár.

Hetta kanst tú vinna:

Flogferðaseðlar fyri tvey til París frá Atlantic Airways, virði 5.000 kr.

Le Klint lampa frá Stokholm, virði 5.495 kr.

Renniskógvar eftir egnum ynski frá Tummas Dam Intersport, virði 1.500 kr.

Teppi frá Mýrifípuni, virði 1.600 kr.

Sjokuláta frá Callebaut, virði 600 kr.

Gávukort frá Bygma Balslev, virði 1.000 kr.

Andlitsviðgerð frá Cosméto, virði 550 kr.

Renniskógvar eftir egnum ynski frá Tummas Dam Intersport, virði 1.500 kr.

Gávukort frá Niels L. Arge, virði 2.000 kr.

Ymiskt frá ECOOKING, virði 1.500 kr.

Gávukort frá Magn, virði 500 kr.

Stelton termokanna frá Mariu Poulsen, virði 1.000 kr.

Teppi frá Guðrun & Guðrun, virði 1.000 kr.

Frama hondlotion & -wash og scented candle frá Stokholm, virði 1.200 kr.

Gangiskógvar frá Útrok av merkinum Lowa, virði 1.595 kr.

Gávukort frá Ress Spa til tín og tríggjar vinkonur, virði 1.200 kr.

Blusa av merkinum Duvoid frá Jógvan Weihe, virði 599 kr.

Tota troyggja frá Navia, virði 850 kr.

Títt tal er sama tal, sum er á renninummarinum, sum tú setur fast á renniblusuna. Vinnararatølini verða kunngjørd á Vaglinum. Hevur tú vunnið, er neyðugt, at tú ert til staðar og kanst vísa á talið tá fyri at fáa vinningin.