Hevur tú hug at royna smakkríkar rættir úr avroðum?
Tíðindi
Hevur tú hug at royna smakkríkar rættir úr avroðum?
Kom so til spennandi bókatiltak við Kvinnu. Mánakvøldið 13. okt. verður forvitnisligt tiltak í Reinsarínum í Havn, har nýggja bókin “Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð" verður miðdepilin um hugtakandi sofaprát og forkunnigar smakkroyndir við rættum úr bókini.
Eftir: Kvinna 10.10.2025
Tað eru Kvinna og IRF, ið skipa fyri tiltakinum.
Ská fyri kvøldið:
Kvinna bjóðar vælkomin.
Sofaprát við Sigurd Lamhauge og Lenu L. Mohr frá IRF um avroð, ið endar sum burturkast
Guðrun Sólja Jacobsen og Janus Kampmann spæla tvey løg.
Sofaprát við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensenum um avroð fyrr og í dag.
Sofaprát við Rannvá Beder um at gera mat úr avroðum til bókina.
Síðan bjóða vit smakkroyndir úr bókini við onkrum leskandi afturvið, meðan Guðrun Sólja og Janus Kampmann spæla tvey løg afturat.
Bókin “Tað sum eftir er – smakkir og søgur um avroð” verður til keyps fyri ein góðan prís.