HeystKvinna er komin
Tíðindi
HeystKvinna er komin
Pink oktober – eisini í Kvinnu
Eftir: 15.09.2022

Hetta er leiðarin frá heystKvinnu

Orðini fløkjast á knappaborðinum… Tað er torført at seta sjøtul á henda leiðara, tí tað, sum rennur mær í huga, og sum eg ikki fái slept, eru boðini, sum lendu í mínum innbakka beint áðrenn ólavsøku – mín góða vinkona hevði mist sína bróðurdóttur. Alt ov ung. Alt ov tíðliga. Alt ov ræðuligt. Hon hevði barst ímóti bróstkrabba í nakrar mánaðir, men nú var stilt. Eingi orð. Sorg. Og ein larmandi friður hjá teimum nærmastu, sum nú skulu finna fótafestið av nýggjum.

Tað er temað í blaðnum hesa ferð, sum fær meg at hugsa aftur á hesa stóru sorg, sum mín kæra vinkona og familja hennara uppliva júst nú. Stóra temað í blaðnum er bróstkrabbi – ræðuliga sjúkan, sum rakar tíggjundu hvørja kvinnu, siga hagtølini.

Í ár hava vit á Kvinnu tríggjar djarvar, inspirerandi kvinnur, sum á hvør sín hátt siga sína søgu um, hvussu tað kendist, tá tær fingu bróstkrabba, og hvussu sjúkugongdin og bardagin móti krabbanum fyltu áður sorgleysa gerandisdagin.

Í oktobermánaði – eisini nevndur Pink October - verður ljós varpað á bróstkrabba kring allan heim, og í ár hava vit á Kvinnu tríggjar djarvar, inspirerandi kvinnur, sum á hvør sín hátt siga sína søgu um, hvussu tað kendist, tá tær fingu bróstkrabba, og hvussu sjúkugongdin og bardagin móti krabbanum fyltu áður sorgleysa gerandisdagin. Søgurnar eru ymiskar, eymar og ómetaliga sterkar – júst sum tær tríggjar.

Eg eri serliga takksom fyri hesa Kvinnu og vil takka øllum fyritøkunum, sum lýsa í hesari heystKvinnu – tit gera mun, tí saman við tykkum kunnu vit á Kvinnu lata ein part av lýsingainntøkuni av hesum blaðnum til Krabbameinsfelagið. Tað gleðast vit um.

Í blaðnum er eisini ein gáva til tín – eitt vakurt listaprent, sum annaðhvørt Rannvá Holm Mortensen ella Gvøðny Áarstein hava gjørt – listaprentini eru eitt samstarv millum Kvinnu, listakvinnurnar og Krabbameinsfelagið. Ein vakur tanki, ein áminning um at standa saman um bróstini, um kvinnurnar, ið raktar verða, og tey, ið standa teimum nær.

Vøkru forsíðuna prýðir Finngerð Mikkelsen, sum er ein av teimum trimum kvinnunum, sum fortelur sína søgu um at blíva rakt av bróstkrabba. Vit hava síðstu tíðina arbeitt miðvíst við at fáa kvinnurnar, sum eru við í berandi greinunum í blaðnum, til eisini at prýða forsíðuna, og samstundis hava vit arbeitt við einum nýggjum búmerki, sum endiliga er klárt. Vónandi dámar tykkum okkara nýggja búmerki. – Kvinna er enn sama blað til føroysku kvinnurnar, sum kann sameina og ríka smáu løturnar. Løturnar, sum vit mugu minnast at njóta.

Góðan lesihug






Viðkomandi greinar