Listaprentini eru eitt samstarv millum Kvinnu, listakvinnurnar og Krabbameinsfelagið. Ein vakur tanki, ein áminning um at standa saman um bróstini, um kvinnurnar, ið raktar verða, og tey, ið standa teimum nær.
Vit hava tosað við listakvinnurnar um vøkru listaprentini, sum eru við í hesari serligu heystKvinnu.
Rannvá Holm Mortensen
Rannvá Holm Mortensen er 72 ár og starvast sum listakvinna og rithøvundur.
Hvussu arbeiðir tú, tá tú skapar list?
Har er eingin uppskrift. Onkrar uppgávur eru heilt ítøkiligar, meðan aðrar meira eksperimenterandi kunnu geva størri avbjóðingar. Men dulvitið koyrir allatíðina,og knappliga koma loysnirnar. Annars dagalangt arbeiði frammanfyri tí hvíta løriftinum og pappírsarkinum… Men tað er mín passión.
Hvat tilfar nýtir tú mest av?
Tað er so ymiskt - alt eftir uppgávuni. Tað kann bæði snúgva seg um málarí, grafikk, skulptur, video og tekstir.
Hvat upptekur teg, og hvar finnur tú íblástur?
Eg finni íblástur í dagligdegnum við øllum sínum margfeldi. At ferðast úti í heimi á listaferðum, at lesa bøkur, síggja filmar, ganga í náttúruni v.m.
Hvussu vilt tú sjálv lýsa listaverkið, tú hevur við í Kvinnu?
Eg ynski at varpa ljós á eitt kvinnuunivers, og ta kvinnusjúku, sum krabbi jú er. Hettar kvinnuuniversið verður lýst við, at tær hvíla seg saman á havbotninum, og at ljósperur verða loraðar niður í dýpið, sum eitt lyfti um vóm, leking og upplýsing.
Hví átók tú tær hesa uppgávuna?
Eg ynski at stuðla átakinum ímóti bróstkrabba. Hettar økið krevur meira pening, gransking og serlæknar, um vit skulu fáa munandi góðar viðgerðir.
Gvøðny Maria Áarstein
Gvøðny Maria Áarstein er 31 ára gomul og búsitandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
Hvussu arbeiðir tú, tá tú skapar list?
Mær dámar væl at geva mær góðar stundir at arbeiði við einum hugskoti. Eg máli ofta okkurt frítt og abstrakt, áðrenn eg máli konkret/figurativt. Eg havi til dømis málað abstraktar landslagsmálingar, áðrenn eg málaði verkið til Kvinnu. Tað er eins og hondin skal í eitt flow, áðrenn eg kann mála meira fokuserað. Hugskotið mennist so líðandi, tá ið eg arbeiði soleiðis.
Eg skifti ímillum at mála portrettir og mála meira abstraktar landslagsmálingar til at arbeiða við linoleum osv. men altíð við áleið sama “anda” og tanka aftanfyri.
Hvat tilfar nýtir tú mest av?
Eg brúki oftast goauche. Annars brúki eg eisini akvarel og akryl. Útyvir tað geri eg eisini linoleumsprent.
Hvat upptekur teg, og hvar finnur tú íblástur?
“Womanhood” upptekur meg nógv. Eg havi altíð verið drigin og hugtikin av kvinnuni og øllum tí, hon umboðar, og tí hon rúmar. Míni verk hava ein undirtóna av kropspositiviteti, tí óperfekta, tí sterka og tí sárbara í tí feminina.
Tá ið eg so sjálv bleiv mamma, bleiv “móðurlívið” sjálvsagt ein ógvuliga stórur partur av mínum lívi, og tað hevur so eisini speglast í mínari list.
Harumframt finni eg íblástur úr gerandisløtum og sosialum miðlum sum t.d. Insagram.
Hvussu vilt tú sjálv lýsa listaverkið, tú hevur við í Kvinnu?
Eg ynskti at gera listaverkið litfagurt og vónríkt. Kvinnan stendur sterkt í tí sárbara og fragila.
Hví átók tú tær hesa uppgávuna?
Fyrst og fremst tí at eg haldi, at tað er sera umráðandi at varpa ljós á bróstkrabba. Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, ið rakar flest kvinnur, tað vísur seg, at ein út av 10 kvinnum fáa bróstkrabba. Eg síggi tað eisini sum at gera eitt listaverk fyri eitt “sisterhood”. tað er sum tann danska reklaman sigur: “…støt din mors, din søsters, din venindes og dine egne… alle bryster er forskellige, men ingen af dem skal have kræft”.