Hvussu hevur javnstøðan í Føroyum tað?
Tíðindi
Hvussu hevur javnstøðan í Føroyum tað?
Í dag er altjóða kvinnudagur, og tí hava vit spurt fimm politikarar, hvussu teir halda javnstøðan hevur tað í dagsins Føroyum.
Eftir: Vár Jacobsen Mynd Veitari 08.03.2022

Heðin Zachariasen, Fólkaflokkurin

í javnstøðu innan tað politiska manglar nógv í, og tá hugsi eg bæði um kommunur og løgting. Fyri at tryggja javnstøðuna kunnu vit varpa ljós á lands- og kommunupolitikk, og ikki minst innanfyri vinnuna.

Skalt tú hava eitt samfelag, sum er í javnvág og hoyrir nútíðini til, mást tú hava eitt býti millum kvinnur og menn so javnt sum tað letur seg gera. Tað merkir eisini, galdandi fyri bæði menn og kvinnur, at tú mást vilja t.d. leiðarastarvið ella politikk. Eg haldi ikki, at tað skal ásetast við kvotum, men at tað heldur skal vera hugt eftir evnunum hjá tí einstaka, og er tað ein kvinna, verður hon sjálvandi tikin fram um ein mann.

Hyggja vit til dømis at skúlaverkinum og dagstovnaøkinum, síggja vit øgiliga nógvar kvinnur, her skulu vit vekja áhugan fyri bæði kynini, bæði tá talan er um mans- og kvinnu-dominerað øki. Vit mugu arbeiða málrættað fram ímóti at fáa eitt javnari býti millum bæði kynini bæði í politisku skipanini og á vinnuliga økinum.

Ruth Vang, Framsókn

Eg haldi, at javnstøðan í politikki hevur fingið eitt skelkandi stórt afturstig við sitandi landsstýri, sum eg ongantíð hevði ímyndað mær, at vit fóru at síggja. Serliga í tíðini vit liva í, og í mun til javna kynsbýtið í politikki í Danmark til dømis. Í politiska umhvørvinum er tað heilt týðiligt, at trupulleikin liggur hjá nøkrum ávísum flokkum. Teir lítlu flokkarnir eru viðhvørt eitt sindur avmarkaðir, men hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi høvdu torað at mannað landsstýrið bert við monnum. Tað høvdu vit heldur ikki.

Eg haldi, at javnstøðan í politikki hevur fingið eitt skelkandi stórt afturstig við sitandi landsstýri, sum eg ongantíð hevði ímyndað mær, at vit fóru at síggja.

Eg haldi, at mann má hugsa um tað hvønn einasta dag - bæði í mun til, hvussu vit uppæla børn okkara, og hvussu vit tosa saman. Vit mugu vera tilvitað um, hvat fyri avmarkingar vit leggja á kvinnur. Eg hugsi ofta í vanligum gerandisstøðum, at “hetta má eg gera, tí eg eri kvinna” - serliga í støðum har eg síggi, at menn dominera. Eg var til dømis til ein fyrilestur hjá Clement Kjersgaard her fyri, og tá høvi var at seta spurningar, var tað ein maður fyri og annar eftir, ið høvdu spurningar ella viðmerkingar. Tá tók eg orðið, tí eg hugsaði “Clement Kjersgaard skal ikki aftur til Danmarkar og hava upplivað eitt samfelag har bert menn tosa”.

Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin

Eg haldi, at tað stendur væl til í Føroyum. Menn og kvinnur hava jøvn rættindi, tá tað kemur til at velja útbúgving og starv, og í gerandisdegnum somu møguleikar.

Tað verður ofta snakkað um 50-50, og tað haldi eg heldur ikki, at mann tilgjørt skal fara eftir. Tað eru summir starvsbólkar, ið eru kvinnu-domineraðir, og aðrir ið eru mannfólka-domineraðir.

Stórt fokus er á politisku skipanini, og her haldi eg, at kvinnur og menn hava somu møguleikar. Fleiri menn koma inn, og fleiri menn stilla upp, men møguleikin at stilla upp og at atkvøða er akkurát hin sami fyri bæði kynini. Vit hava eitt øgiliga javnt samfelag, tá tað kemur til kvinnur og menn.

Kvinnan, kanska ikki í Føroyum, er gjøgnum søguna blivin vanvird nógv, og tað kann vera, at nakrar leivdir liggja eftir av tí. Eitt sum eg havi kastað ljós á, og sum eg ikki skilji, at kvinnurørslan ikki tekur upp er millum annað porno-ídnaðurin, sum fá tíma at tosa um. Eg skilji ikki heilt hví, at tey sum siga seg vera feministar ikki kasta ljós á tað. Tað, haldi eg, er ein stór vanvirðing av kvinnuni, og tað ger hana til eitt sex-objekt.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum, hava vit nógv sum liggur á láni enn - serliga tá vit hyggja eftir fíggjarviðurskiftunum hjá kvinnum. Tað sum er serliga ørkymlandi í løtuni er pensjónin. Hon verður framyvir roknað av tíni lívsløn, og hevur tú eina lága lívsløn, fært tú eina lága pensjón. Kvinnur tjena nógv minni enn menn, og tí kunnu vit hava ein vanda fyri framman, at kvinnur fáa fíggjarliga trong kor. Hetta síggja vit longu í dag.

Fyri at tryggja betri javnstøðu, kunnu flokkarnir krevja javnstøðu á øllum uppstillingarlistum, bæði í kommunum og á løgtingi.

Fyri at tryggja betri javnstøðu, kunnu flokkarnir krevja javnstøðu á øllum uppstillingarlistum, bæði í kommunum og á løgtingi. Eisini úti í samfelagnum, tá nevndir o.a. verða settar, at man tryggjar sær, at javnstøða er. Annars haldi eg eisini, at vit eiga at gera okkurt í mun til barnsburðarfarloyvi, og at tosa meira um javnstøðu við tey yngru, og greiða teimum frá, at javnstøðan eisini hevur týdning fyri at vit fáa eitt betri samfelag.

Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin

Hyggja vit til dømis at javnstøðuni á ymisku fakøkjunum, so er hon eitt sindur skeiklað eftirhondini. Á fólkaskúla-, dagstovna- og umsorganarøkinum eru tað mest kvinnur allan vegin uppeftir - her mangla vit at fáa menn inn sum fyrimyndir. Tá tað kemur til kvinnuleiklutin, mangla vit størri javnstøðu serliga innanfyri vinnuna og í politikki, soleiðis at kvinnur eisini hava ávirkan á tey stóru tingini á jøvnum føti við menn. Vit síggja eitt trot á báðum síðum, bæði av monnum og kvinnum.

Fyri at tryggja betri javnstøðu kunnu vit varpa ljós á, at tað er áhugavert hjá kvinnum at arbeiða í politikki og vera við í vinnulívinum. At tað er áhugavert at hava eina ávirkan og at sita við borðið við avgerðum. Kvinnur eiga ikki, at ræðast tann leiklutin, tí tær klára tað minst líka væl sum mennirnir. Tá tað kemur til javnstøðu á umsorganar- og menningarøkinum hava vit brúk fyri monnum, men avbjóðingin er, at lønin er ov lág. Vit noyðast at hyggja eftir samfelagnum frá øllum vinklum, soleiðis at allir samfelagsbólkar kunnu klára gerandisdagin.

Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin vendu ikki aftur og eru tí ikki umboðaðir í greinini.




Viðkomandi greinar