Í dag verður ymisleikin fagnaður
3 myndir

Menniskju við Down syndrom eru eins ymisk og fjølbroytt sum øll onnur

Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Amy Hansen 21.03.2023

Í dag er Altjóða Down Syndrom dagur, og í tí samanhanginum er stór myndaframsýning í Skúlatrøð í Klaksvík. Tað er Amy Hansen, ið hevur tikið fleiri enn 20 myndir av ymiskum fólki við Down Syndromi í Føroyum.

Tað er ein foreldrabólkur við børnum, ið hava Down Syndrom, ið hevur skipað fyri myndatøkunum, og endamálið við myndarøðini er at varpa ljós á, at menniskju við Down syndrom eru eins ymisk og fjølbroytt sum øll onnur.

Slagorðið fyri føroyska tiltakið er #Mínrødd. Við hesum skal ljós varpast á røddina hjá borgarum við Down syndrom, og at tey hava rætt til eitt mál, eina rødd, og at verða hoyrd.

Tiltakið byrjar kl. 16 við barnaundirhaldi. Kl. 16.30 setur borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, dagin. Eisini verður myndaframsýning, tónleikur og okkurt til góman. Kl. 17.10 verður spennandi fyrilestur við norska filmsleikaranum Svein André Hofsø, ið sjálvur hevur Down syndrom. Svein hevur verið við í fleiri filmsverkætlanum, millum annað filminum 'Detective Downs' frá 2013. Dagurin endar við sofapráti.

Um Down Syndrom
Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur.

Altjóða Down Syndrom dagur varð fyrstu ferð hildin í Føroyum í 2013.

Kelda: Javni

Myndir
3 myndir

Tvíburarnir Rúna og Rannvá Falkvard

Tvíburarnir Rúna og Rannvá Falkvard

Magni Mikkelsen

Magni Mikkelsen

Emma Petersen

Emma Petersen