JólaKvinna er her
Tíðindi
JólaKvinna er her
Nú er nýggj, jólaKvinna komin á gøtuna sum dupultblað, ið er fult av áhugaverdum, jólaligum, hjartanemandi, stuttligum, álvarsligum og spennandi lesnaði.
Eftir: Kvinnu 06.12.2023

Nú er hon her. Ársins seinasta Kvinna... Eitt lekkurt dupultblað á 132 síður við hópin av jólaligum tilfari, íblástri til kreativu jólaløturnar, uppskriftum til lekkran jólamat, hugskotum til jóla- gávurnar og prýði og nógvum øðrum, ið hoyrir ársins hugnaligastu tíð til.

Kvinna hesu ferð er eitt dupult vendi-blað, og tað er Steintóra Gleðisheygg Joensen, ið prýðir báðar forsíðurnar.

Reyðu, lekkra og innbjóðandi forsíðan leggur upp til serstakt jólahuglag. Hendan hálvan av jólaKvinnu er eisini merkt av høgtíðini, og øllum tí, ið hoyrir jólunum til. Her er íblástur til veitsluklæðini, ein stór vegleiðing til, hvar tú finnur góðu jólagávurnar í nærumhvørvinum, tvey inspirerandi jólabýli og 23 síður við jólamati og heimagjørdum jólaprýði.

Flotta, jarðlitta og klassiska brúna forsíðan letur dyrnar upp til fleiri góðar og sterkar samrøður. Vit tosa við Steintóru Gleðisheygg Joensen um jólini, siðvenjur, gudstænastur og alt møguligt annað, ið savnar okkum hesa ársins tíð. Vit hitta eisini Erlu Bech Nolsø, sum greiðir frá, hvussu tað kendist, tá hon misti pápa sín, Árna Bech Jensen, og hvussu sorgartilgongdin hevur verið.

So er long samrøða við Annu Falkenberg, sum gevur eitt erligt innlit í, hvussu tað er at vera ung kvinna á fólkatingi, og hvussu politiska yrkisleið hennara hevur verið. Umframt tað hava vit eisini hitt Kinnu Poulsen, ið hevur borðreitt við ummælum um list fyri føroyingum í nærum 30 ár, og sum als ikki ætlar sær at støðga enn, tí hon ikki brýggjar seg um tankan um ikki at engagera seg.

Í blaðnum eru eisini fleiri síður við mentanartilfari, viðmælum, veitslu-móta til bæði stór og smá og beinrakin klumma frá Anne Mette Greve Klemensen.

Keyp serstøku jólaKvinnu í handlunum nú.

Tú kanst eisini keypa árshald av Kvinnu í jólagávu til eina, tú ert góð við her. Við keypinum fært tú 7 bløð + ein vakra signeraða plakat í A3 frá Áslu Rannvá Svensson, ið hevur eitt viðri á 349 kr.