JólaKvinna er komin
7 myndir
JólaKvinna er komin
Eftir: Kvinnu 10.11.2022

Okkara stóra jólablað er endiliga á gøtuni. Tú kanst gleða teg til hópin av spennandi lesnaði, flottan veitslumóta, eitt hugnaligt jólabýlið og stórt tema við leskiligum uppskriftum til jólaborðhaldið. Blaðið er heili 132 síður.

Blaðið er heili 132 síður.

Leiðari úr Kvinnu 7 + brellbitar úr blaðnum niðast á síðuni

Næstakærleiki smittar

”Eg gleðist so hvørt jólakvøld …” syngja vit og ganga hond í hond um jólatræið. Eta mandlurís við kirsuberjasós, tendra kertiljós í hópatali og droyma um mjúkar kavaflykrur, sum leggja seg sum ein dýna yvir myrka urtagarðin, meðan fjálgir jólatónar tryggja heitu jólakensluna. Alt hetta meðan vit práta og gleðast um at vera saman við okkara kæru hesa hugnaligu jólatíð. Hetta er jólakenslan, vit droyma um ár eftir ár. Tað er endurtøkan og siðvenjurnar. Tað sama ár eftir ár – men júst tað ger desember serstakan, og eg eri takksom fyri, at ársins hugnaligasti mánaður lýsir ársins myrkasta mánað upp við einum heilt serligum huglagi. Jú, satt er, at tær flestu kenna kensluna av at skulu renna eftir jólafriðnum í desember, tí tað er so nógv, sum vit skulu náa, samstundis sum vit á sosialum miðlum síggja, hvussu hugnaligt hini hava tað. Men vit finna allar á hvør sín hátt okkara jólafrið við siðvenjum, søgum og hugna. Og aloftast er hetta saman við teimum, sum eru okkum kær, tí hvat er gleði, um vit ikki gleðast saman?

Júst hetta við at gleðast saman fær meg at steðga á, tí tað eru ikki bara siðvenjur og endurtøkur, sum gera desember gandakendan, tað er gleðin við at gleðast saman við øðrum og gleðin við at hugsa um onnur. At hugsa um, hvussu onnur hava tað. Tað er næstakærleikin, sum kanska serliga blómar um jóltíð. Og júst tí hava vit í ár latið næstakærleikan verða eina jólasloyfu í okkara jólablaði – og vakrari kann søgan um næstakærleiki næstan ikki forteljast, enn søgan hjá Vimu og Lindu, sum tú kanst lesa á síðu 54. Hon er serstøk, hjartanemandi og deilig. Næstakærleiki smittar.




Myndir
7 myndir