JólaKvinna er komin - við nógvum íblástri til jólini
Tíðindi
JólaKvinna er komin - við nógvum íblástri til jólini
Nýggj jólaKvinna er nú komin á gøtuna, og hon er full av áhugaverdum tilfari, ið hevur við jólini at gera, umframt nógvum øðrum spennandi lesnaði.
Eftir: Eftir Ingrid Bjarnastein 05.11.2021

So er hon her – eyka stóra jólaKvinna við hópin av jólaligum lesitilfari, íblástri, mati, jólagávuhugskotum og nógvum øðrum.

Vit hava millum annað gjørt eina stóra nethandlavegleiðing, har tú fært eitt stórt yvirlit yvir føroyskar nethandlar. Lætt og ómakaleyst at keypa jólagávurnar heimanífrá.

Tú fært jólagávuhugskot í ymiskum prísflokkum, til børn og til hansara, umframt at vit borðreiða við seks rættum til stóra jólaborðhaldið.

Temaið hesa ferð eitur ‘Míni jól’, og hoyra vit frá fimm ymiskum kvinnum, sum allar á hvør sín hátt greiða frá um teirra jól og siðvenjur. Tær greiða frá um jólini til arbeiðis; uttan makan; sum heimleys; sum tilflytari; uttan sonin. Og les eisini, hvat serfrøðingurin hevur at siga um jól og siðvenjur.

Tingmaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, er maðurin okkum dámar, og vit hitta songkvinnuna Lenu Anderssen, har hon millum annað greiðir frá, hvar ‘heima’ er fyri hana. Eisini kanst tú lesa um Elsu Mariu Holm Olsen, Bergtóru Høgnadóttir og nógvar aðrar áhugaverdar og sterkar kvinnur.

Vit hava fingið jólapost úr New Zealandi, Grønlandi, Sveis og USA, og í tí heimliga hava vit verið á gátt í hugnaliga jólabýlinum á prestagarðinum á Eiði.

Keyp jólaKvinnu í handlunum nú.

Tú kanst eisini keypa Kvinnu í jólagávu til eina, tú ert góð við. Við haldinum fylgir eisini ein virðisseðil frá Hilton Garden Inn Faroe Islands. Les meira og keyp jólagávuhald HER.