Jólaløturnar eru, tá vit steðga á
Tíðindi
Jólaløturnar eru, tá vit steðga á
Ársins jólaKvinna er komin - heili 124 síður við íblástri til jólini, áhugaverdum greinum, veitslumóta og øllum tí søta til jólaløturnar. Her kanst tú lesa leiðaran úr blaðnum. Og lúra eitt sindur í innihaldið.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 03.12.2025

Kvinnan, sum sær bæði kul og sterk út, spákar kvikliga gjøgnum havnargøtur, har kavaflykrurnar geva eitt jólaligt huglag og eitt sindur av ró, tó so at ferðin er høg. Taskuna hevur hon fulla av jólagávum, jólatræið undir arminum og lítla barnið í hondini. Og mín sann, um hundurin Snar ikki eisini er við hennara lið. Hjá henni er full ferð á, hon hevur eitt ørindi aftrat, áðrenn leiðin gongur heim í fjálga jólapyntaða húsið, har døgurðin skal borðreiðast og familjan savnast. Tað er desembur, og gerandismeldurin við øllum tí vanliga rokanum er blivin kryddaður við jólastákan. Og jólarennaríi. Onkur kallar tað jólastrongd. 

Eg kenni meg aftur í hesari kvinnuni, tað eru vit ivaleyst nógvar sum gera? Hetta við at jongulera alt í senn – gávur, jólatræ, børn, innkeyp, pakkar og so framvegis. Hetta við at blíva fangað av jólaresinum og rakt av einum heldur høgum ambitiónsstigi, sum jólini tíverri í dagsins samfelag ofta eggja til, tí vit hyggja so nógv eftir, hvat hini hava, hvat hini gera, og hvat hini hugsa. 

Onkuntíð venda dagarnir eitt sindur á høvdinum, sum hávatenninar á forsíðuni so súmbolskt gera. Men so finna vit aftur stevið og klára vónandi at smílast at skundmikla degnum í gjár. Soleiðis er lívið. Soleiðis er tíðin. Soleiðis er tað.   

Eg siti, sum eg plagi við mjúkum tónum í hátalaranum, undir einum teppi og festi nøkur orð á kanppaborðið, tá eg síggi kavaflykrurnar dala ljóðleyst á rútin. Og sjálvt um húsið svevur, merki eg stillisliga kavan og kvøldarmyrkrið gera alt enn meira kvirt - og meira gandakent. Og við kavanum hetta novemburkvøldið kemur jólagleðin eisini sníkjandi – stillisliga merki eg ró og andi eitt sindur djypri. Gleðist um tað hugnaliga, sum jólini geva okkum í hesi myrku tíð. Um kavan og livandi ljósini, sum gera tað fjálgt í sofuni. Mitt í meldrinum av uppvaski, skúlatingum, skrivaríi, vaskiklæðum, sum skuldu leggjast saman, og øllum hinum, sum eg átti, rakar ein góð kensla. Og eg hugsi, at tað eru hesar jólaløturnar, vit fáa, tá vit steðga á og njóta smáu tingini – í kvøld var tað fjálga heimið og friðarligi kavin, sum gjørdi sítt. Tað kann eisini vera gleðin í barnaeygunum, tá tey lata fyrstu lúkuna í jólakalendaranum upp, ella tá tú saman við teimum, tú ert góð við, spákar ein túr í kavaklædda heimstaðnum. 

Vit renna ofta runt, og mentala byrðan er veruleiki. Tað er hon! Og júst tí mugu vit duga at steðga á og geva okkum far um tað vakra, til dømis jólagleðina, sum fylgir við, tá býurin verður klæddur í jólaklæðir og perurnar glógva, fólk á gøtuni sussa og flenna, og børnini gleðast. Vit skulu geva okkum far um tað, sum er rundan um okkum – eisini í gerandismeldrinum og jólastákanini. 

Jólini eru fyri meg kærleiki og friður, men sjálvandi eisini rennarí, gávur og alt tað, vit skulu náa, men um vit steðga á og bara eru, so er jólafriðurin har í løtum. Gandakendum løtum, sum hita heilt innan ífrá. Og njóta vit tær – geva vit mentalu byrðuni ein væluppibornan steðg. 

Armgarð Absalonsen er sniðgevi á Kvinnu, og júst nú er hon í barnsburðarfaloyvi, men hon hevur teknað hesa sterku myndina, sum í ár prýðir okkara jólaKvinnu. Takk fyri fantastisku illustratiónina, okkara dugnaliga Armgarð. 

Gleðilig jól, kæri lesari.  

Minnist eisini til at lesa hugtakandi orðini hjá Anniku um mentalu byrðuna.