Jólasýning í Havnar Bio
Tíðindi

Jólasýning í Havnar Bio

Kom við Kvinnu í biograf tann 7. desember kl. 18.30 ella kl 21.30, tá vit fara at hyggja eftir einum av teimum heilt stóru jólaklassikarunum, nemliga Love actually. Umframt ein fantastiskan jólafilm fært tú popkorn, sodavatn og ein lekran gávuposa fyri einans 195 kr.
Eftir: Kvinnu 04.12.2023

Í ár eru 20 ár síðan, at filmurin Love actually kom út, og hann hevur ligið á ovastu rok millum best umtóktu jólafilmar líka síðani. Og saman vit Havnar Bio skipa vit fyri tveimum sersýningum, so tú fært høvið at uppliva henda fantastiska jólafilmin á stórskíggja.

Love actually er ein kærleik- og skemtifilmur, har vit verða tiknar við á tíggju ymiskar kærleiksferðir. Summar upplagdar og væleydnaðar, aðrar meira ivasamar, men felags fyri allar er ríka jólavónin.

Filmurin er spekkaður við góðum sjónleikarum, og úr hópinum kunnu nevnast: Keira Knightley, Hugh Grant, Liam Neeson og Emma Thompson.

Vit gleða okkum ótrúliga nógv at uppliva hendan jólaklassikaran á stórum skíggja saman við tykkum. Vit lova gott lag, látur og hugna.

Keyp atgongumerki til sýningina kl. 18.30 her.

Keyp atgongumerki til sýningina kl. 21.30 her.