
Hetta er fjúrtandna árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum. Og í ár er tað listamaðurin Bárður Jákupsson, sum hevur prýtt kúluna. Hann knýtir hesi orð at Kærleikskúluni:
tokkabragd
ullarlagdur
svartur nipil
har fleyg ein lógv
sólja í hvørjum hyljareyga
Kvinnuhúsið fær fyrstu Kærleikskúluna
Siðvenja er, at tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna. Í ár varð hesin heiður givin Kvinnuhúsinum. Jórun Gardar forkvinna í stýrinum hjá Dugna segði soleiðis:
“Tey fremja eitt serligt arbeiði fyri málbólkin hjá Dugna. Tey eru ein týðandi rødd í føroyska samfelagnum, tí tey varpa ljós á sálarligan harðskap, og teirra virksemið fevnir eisini um hjálp til sosialt og sálarliga útsett fólk.
Tey veita bæði ráðgeving og ítøkiliga hjálp til familjur og einstaklingar, ið leita sær hjálp har. Talan er bæði uum professionella hjálp frá fakfólki umframt nógv sjálvboðið arbeiði.
Partur av teirra virksemið er:
- at kunna um harðskap í familju og parløgum
- at veita hjálp til sjálvhjálp
- at hava eina kreppumiðstøð
- at bjóða samrøðubólkar
Við hesum eru tey við til at veita týðandi hjálp til fólk í sera truplum umstøðum.”
Hesi hava prýtt Kærlekiskúluna gjøgnum tíðina
Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018), Rannva Kunoy (2019), Eli Smith (2020), Jóna Rasmussen (2021) og Bárður Jákupsson (2022)
Sølustøð
Kærleikskúlan verður seld frá 23. november til og við 23. desember 2022
Klaksvík: Tinghúsið í Klaksvík, Gávubúðin hjá Annu, El-IN Sp/f
Saltangará: BERGLON
Norðskáli: Stanley, Jómar P/F
Sandur: Hjá Rólant
Tvøroyri: El-Handilin, Bærentsen
Sørvágur: Ursmiðjan Sp/f
Tórshavn: Listasavn Føroya, Maria Poulsen - búnýti, Østrøm,
Norðurlandahúsið, Tinghúsið á Hjalla, Sølubúðin hjá Dugna í lbf