Kamala Harris: Eitt framstig fyri kvinnur og minnilutar
Tíðindi

Kamala Harris: Eitt framstig fyri kvinnur og minnilutar

Fyrsti kvinnuligi varaforsetin er ein gløgg, djørv og skrøpp stríðskvinna, sum hevur stríðst fyri rættvísi og minnilutum, síðani hon var barn.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 09.11.2020

55 ára gamla Kamala Harris umboðar eina nýggja tíð, nú hon hevur vunnið sær sætið sum fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA. Fyrst og fremst við at vera kvinna, og so er hon fyrsta litta kvinna í embætinum nakrantíð.

Kamala Harris er útbúgvin løgfrøðingur og hevur brúkt meginpartin av sínum arbeiðslívi til at stríðast fyri minnilutar. Hon hevur gjørt skjóta karrieru fyrst sum løgfrøðingur og síðani innan politikk. Ikki ólík undanfarna demokratiska forsetanum, Barrack Obama, sum eisini hevur víst sín stuðul til Kamalu Harris sum varaforsetavalevni.

Tá Kamala Harris tók sæti í Senatinum, starvaðist hon fyrst sum ákæri í San Francisco, áðrenn hon varð vald sum tann fyrsti litti statsákæri í Kalifornia. Hon er m.a. kend fyri at fara harðliga fram í stríðnum móti rúsevnum, hon er ikki bangin av sær ikki bangin og hon ræðist ikki fyri at siga sína hugsan. Tað hevur hon víst í orðaskifti við eitt nú demokratiska forsetavalið, Joe Biden, tá hon sjálv stillaði upp sum demokratiskt valevni.

Biden og Harris kennast eisini privat frá tíðini, tá sonur Biden, Beau Biden, og Harris vóru starvsfelagar og vinfólk gjøgnum nógv ár. Saman arbeiddu tey fyri at betra um umstøður hjá vanliga arbeiðstakaranum og fyri at verja møður og børn móti harðskapi. Beau Biden doyði av krabba í heilanum í 2015.

At stríðast fyri rættindum hjá minnilutum hevur Kamala ikki frá fremmandum. Bæði foreldrini, ið ávikavíst eru av Jamaica og India, luttóku í amerikanska borgarastríðnum, og lítla Kamala luttóka ofta saman við foreldrunum, tá tey fóru út á gøturnar at mótmæla. Sjálv byrjaði hon sína yrkisleið sum aktivistur longu sum 10 ára gomul, tá hon saman við lítlusystrini stóð á odda fyri kampanju, sum hevði til endamáls at byggja eitt tómt øki í grannalagnum um til eitt spælipláss.