Katrin fekk stóran heiður og 150.000 krónur frá Benadiktu prinsessu
Tíðindi
Katrin fekk stóran heiður og 150.000 krónur frá Benadiktu prinsessu
Katrin Jabobæus greiðir frá, at hon vanliga als ikki er ein kensluborin persónur, men tá hon fekk boðini um, at hon fór at fáa hesa viðurkenningina, fullu nøkur tár
Eftir: Anniku Kunoy Im 25.08.2021

Í gjár var ar árliga heiðurshandanin av Helene Elsass virðislønini í Elsass grunninum í Charlottenlund, sum CP Danmark og Elsass grunnurin lata.

Benadikta prinsessa, verji hjá bæði CP Danmark og Elsass grunninum, avdúkaði vinnaran, sum í ár gjørdist forkvinnan í CP Føroyum, 40 ára gamla Katrin Jacobæus úr Havn, sum við heiðrinum eisini fekk 150.000 krónur í virðisløn.

– Helena Elsass heiðurlønin verður givin persóni, sum hevur tikið stór tøk í arbeiðinum fyri menniskju við cerebralari paresu (heila lamni), og tað er júst tað, Katrin Jacobæus hevur gjørt. Hon hevur arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá fólki við cerebralari paresu í Føroyum, og tað hevur hon gjørt, tí hon ynskir at hjálpa. Hjálpina hevur hon veitt gjøgnum arbeiðið sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum, sum stigtakari til byrjanina av CPOP-framhaldsviðgerðarætlanini og sum nýggj forkvinna í CP Føroyum, skrivar Elsass grunnurin millum annað á heimasíðu teirra.

Katrin Jabobæus greiðir frá, at hon vanliga als ikki er ein kensluborin persónur, men tá hon fekk boðini um, at hon fór at fáa hesa viðurkenningina, fullu nøkur tár.

– Eg fór faktiskt at gráta, tí onkuntíð tá man setur verkætlanir í verk, sum hava týdning fyri ein, og sum kanska ikki hava líka stóran týdning fyri mong onnur, kann tað vera, sum at rógva í sandi, sigur Katrin Jacobæus í telefonini úr Keypmannahavn, har hon í gjár tók í hondina á Benadiktu prinsessu.

Og spurd, hvussu tað kendist at hitta prinsessuna, flennir hon, áðrenn hon svarar.

– Tað kendist løgið at hitta ein kongaligan persón, tí tað er jú, sum hittir tú ein postalínsfigur. Tað eru strangar siðareglur fyri, hvussu ein skal snakka við tey. Eg fann tó útav, at hana skuldi eg bara siga De við. Hon kendist tó heilt almindilig at tosa við.

Viðurkenning og uppmerksemi
Tað hevur stóran týdning fyri felagið CP Føroyar at fáa eina slíka stóra viðurkenning.
– Hetta merkir alt, tí hóast vit hava nógv at arbeiða fyri, hava vit nú fingið bæði viðurkenningina og uppmerksemið.

Tað er gjøgnum arbeiði sítt sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum, at Katrin hevur fingið so stóran áhuga í CP, at hon nýliga eisini tók við sum forkvinna í felagnum.

– Eg komi í samband við familjurnar, sum hava CP tætt at lívinum, og eg upplivi desperatiónina, tey liva í. Til arbeiðis komi eg við ráðum, men eg havi sjálvandi sæð, at tørvur er á, at meir verður gjørt. Tá táverandi formaðurin í felagnum vendi sær til mín og greiddi frá tørvinum á CPOP-framhaldsviðgerðarætlanini og í sama viðfangi nevndi, at tørvinum á nýggjum lívi í felagnum, hugsaði eg, at eg sum fakpersónur kundi gera nógv meir, arbeiddi eg bæði í felagnum og í heilsiverkinum. Tí tá kann eg skumpa bæði inni og úti frá, sigur hon og sipar í høvuðsheitunum til CPOP-framhaldsviðgerðarætlanina.

CPOP-framhaldsviðgerðarætlanin er í stuttum ein uppfylginarætlan, sum ger protokollir til fysioterapeut, ergoterapeut og tveir læknar, har øll fylgja hvør síni ætlan í viðgerini av sjúklingum við CP, og síðani fer ein árlig framhaldsviðgerð fram.

– Endamálið er at fanga møguligar skaðar, áðrenn teir henda. Sum nú er, rudda vit upp í skaðum, sum eru hendir, so sum skeivar mjadnar og ryggskaðar. Vit magla at fáa ymisk praktisk viðurskifti í lag, men eg vóni, at CPOP-framhaldsviðgerðarætlanin er ávegis, greiðir hon frá.

Spurd hvat tær 150.000 krónurnar skulu nýtast til, sigur forkvinnan í CP Føroyar, at hon vil framtíðartryggja felagið.

– Vit vóna, at vit fáa onkran at arbeiða í felagnum í eina tíð. Og ætlanin er eisini, at vit koma á fíggjarlógina, staðfestir hon síðani.

– Eg ynski, at felagið er optimistikt. Vit hava loysniarnar, og tað er ein spurningur at seta tær í verk.

Um felagið CP Føroyar:
CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum (fyrrverandi “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamningi og onnur áhugað. Cerebral paresa er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum.

Heilaskaðin er varandi, men versnar ikki. Tó eru fleiri møguligar kompleksar fylgjur av at hava CP, sum millum annað spastisitetur, rørslutarn, kognitivar og málsligar avbjóðingar.

Føroysk hagtøl fyri CP eru ikki tøk, men í Danmark verður mett, at hvørt ár verða uml. 130 børn fødd við CP.

Katrin Jacobæus bloggar eisini javnan á Kvinnu undir heitinum Mammasta