
Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi, har ferðin ofta er høg við nógvum tíðarfreistum? Ert tú ágrýtin, fyrikomandi og tekur ábyrgd? So vóna vit at hoyra frá tær!
Vit leita eftir einum dugnaligum og drivnum sølufólki, sum heldur tað vera spennandi og avbjóðandi at arbeiða við sølu, brennir fyri og megnar at menna tilfar til sosialar miðlar og dámar væl at fáast við at samskipa ymisk tiltøk.
UM STARVIÐ
Sum lýsingaráðgevi og samskipari á Kvinnu verður tú partur av redaktiónini á Kvinnu og arbeiðir í tøttum samstarvi við sniðgeva, journalisti og blaðstjóra. Tú ráðgevur og selur lýsingar til kundar. Tað eru lýsingar til blaðið, heimasíðuna, sosialar miðlar og poddvarp. Eisini ert tú við til at menna nýggj hugskot, lýsingarmøguleikar og marknaðarføring. Umframt tað, fert tú at arbeiða við tiltøkum so sum Kvinnurenningini og møguliga smáum tekstuppgávum. Og so er samskipan, hugskotsmenning og framleiðsla av tilfari til sosialar miðlar eisini ein av kjarnuuppgávunum.
TÚ …
Hevur sans fyri sølu og dugir væl at selja
Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
Dugir væl at orða teg í talu og skrift
Vilt menna og styrkja tínar førleikar innan sølu
Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
Ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
Hevur koyrikort
Trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
Fylgir við rákum á sosialum miðlum
Hevur grundleggjandi evni til at klippa video og taka myndir við telefon
VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært ávirkan á tað, sum kemur í Kvinnu, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til, at Kvinna framhaldandi kann vera viðkomandi, áhugaverd og spennandi hjá okkara lýsarum og lesarum.
UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 27. Juli kl. 10.00
Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: kvinna@kvinna.fo
LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt partíðarstarv millum 20-30 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Tóru Effersøe Mortensen, stjóra, á 230700 ella tora@kvinna.fo