Kom við í biograf við Kvinnu
Tíðindi
Kom við í biograf við Kvinnu
ÚTSELT! Hósdagin 4. november skipar Kvinna fyri serliga frumsýning av filminum CODA í Havnar Bio. Kemur tú við?
Eftir: Ingrid Bjarnastein 22.10.2021

Dagføring: ÚTSELT! Tað gekk skjótt at selja atgongumerkini til filmin Coda - takk fyri góðu undirtøkuna. Vit gleða okkum at síggja tykkum til filmssýningina 4. november.

---
Kvinna skipar fyri eini serligari frumsýning av filminum CODA hóskvøldið tann 4. november 2021 í Havnar Bio. Vit hava sett saman eina spennandi skrá til tykkara.
Tit kunnu gleða tykkum til eina áhugaverda innleiðing til sjálvan filmin, frumsýning av CODA, biografurin bjóðar poppkorn og sodavatn, og tú fært eisini ein lekkran gávuposa við virði á yvir 500 kr.

Alt í alt eitt sera hugnaligt kvøld saman við tínum vinkonum, maka, bindiklubbi, starvsfeløgum og øðrum Kvinnu-lesarum. 

Dyrnar lata upp kl. 19.30, og tiltakið byrjar kl. 20.00. Atgongumerkini eru ikki talmerkt. 

Gávuposin
1 eintak av bókasininum Søtt og salt
Leskilig køka frá Okkurt Søtt (Hotel Brandan)
Blandað bomm frá Magn
Snickers Creamy Peanut Butter frá Damfar
Kirvi og kips frá Landshandlinum
Kit Kat frá Poul Hansen
Avsláttarkort frá skalkur.fo
Avsláttarkort frá Havnar Bio
Avsláttarkort frá Cosméto
Vøruroynd frá The Body Shop

Innleiðing
Lisa í Dali er sokallað CODA-barn. CODA er enska styttingin fyri “barn hjá deyvum vaksnum” (Children Of Deaf Adults). Bæði foreldur hennara eru deyv, og tí kennir Lisa nógvar av teimum tvístøðunum, vit fara at síggja í filminum. Áðrenn filmsbyrjan fer Lisa at greiða frá og at hugleiða um tað at vaksa upp sum CODA-barn.

Stutt um filmin
Filmurin snýr seg um eina unga kvinnu, Rudy, sum brennir fyri tónleiki, og hon droymir um at útbúgva seg innan økið. Bæði foreldur og beiggi hennara eru deyv, og tað setir Ruby í eina torføra støðu. Skal hon fylgja dreyminum, ella skal skal hon verða verandi í lítla heimbýnum og hjálpa familjuni?