Kona mín er alt mítt lív
Tíðindi
Kona mín er alt mítt lív
Hallur Joensen er ikki í iva. Í hansara lívi hevur bert verið ein kvinna, og henni skyldar hann alt. Hann hitti Anniku sum blaðungur, og hann hevur elskað hana líka síðani. Líka leingi, sum countrysangurin hevur verið hansara lív, hevur Annika verið hansara lív, og er tað framvegis. – Hon er í øllum, eg syngi og skrivi um. Eg fari lættliga at tára, tá eg syngi og hugsi um hana.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Rósa Tovudóttir 03.06.2021

Tað besta við kvinnum er …

At tær geva okkum børnini. Tað er alfa og omega. Eg haldi, at tær hava so sera gott tol og eitt fantastiskt yvirlit. Og so dámar mær væl, at eg ofta hoyri frá kvinnum, sum dáma væl country. Kanska er tað tí, at tað so ofta verður sungið til kvinnurnar í countrytónleiki. Tekstirnir snúgva seg jú um kærleika, gerandisdagin osfr. Og so kenni eg eisini fleiri kvinnur, sum syngja sera væl.

Kvinnur og útsjónd …

Reyvin slær ikki feil - lat okkum bara sláa tað fast. Eyguni og eitt gott smíl eru av týdningi. Annars vil eg siga tað, at í mínum aldri kann tað vera trupult at meta um aldurin á kvinnum í dag. Eg kann hava ringt við at síggja, um ein kvinna er 13 ella 25. Tað hevur nokk okkurt at gera við, at yngri kvinnur lata seg í sum eldri, og tilkomnari kvinnur lata seg í, sum yngri gera. Tað flýtur alt saman. Nú havi eg lært, at tað sum oftast er frægast onki at siga.

Tað ringasta við kvinnum er …

At keypa inn við kvinnum kann vera ein avbjóðing. Serliga, um fleiri eru saman. Øll tann tíðin, ið fer við at tosa um, hvussu lekkurt hetta og hatta er.

Og so er tað nokkso fitt, at tær ofta ikki kenna rangstøðuregluna í fótbólti … Nei, skal eg vera erligur, er tað torført at finna ringar eginleikar hjá kvinnum.

Kvinnukroppurin er …

Fantastiskur. Hann er sum eitt listaverk. Mjúkur og flottur. Eg veit ikki, um nakað er flottari enn kvinnukroppurin. Sjálvandi hyggja menn eftir kvinnum. Hvat er galið við tí? At billa sær nakað annað inn er bara at lúgva fyri sær sjálvum. Eg haldi, at kvinnur væl vita tað, og tær vita, at klæða tær seg á ein serligan hátt, so hyggja vit eftir teimum. Eg goymi tað ikki burtur, og her heima tosa vit púra natúrliga um tílíkt.

Tað týdningarmesta, ein kvinna hevur lært meg …

Annika hevur lært meg tað týdningarmesta, sum er hent í mínum lívi, og sum eisini var stóra vendingin í mínum lívi. Vit komu saman sum 17 og 15 ára gomul, og tá var eg alkoholikari. Sum 21 ára gamal fór eg til Velbastaðar og kom út aftur sum ein edrúur maður, og eg havi ikki drukkið dropan síðani. Tað, at hon bíðaði eftir mær, meðan eg kom burtur úr tí, og at hon hevði tol og forstáilsi, lærdi meg um stóra kærleikan, sum kann vera so sterkur. Tað hevur lært meg, at øll skulu hava ein kjans her í lívinum, tí menniskjansligar lagnur eru ikki altíð so einfaldar, sum tær kunnu tykjast.

Eg hevði eisini eina systur, sum æt Jórun. Hon hevði nógva mótgongd við sjúku, sum hevði við sær, at hon misti annað beinið, og kortini var hon altíð glað og nøgd. Eg hugsaði mangan, at hon hevði tað strævnari enn tey flestu, men hon var ongantíð ónøgd ella ill um sína støðu.

Um menn áttu kvinnur at vitað, at …

Vit menn hava eina aðra fatan av útsjónd og aldri, enn tær ofta halda. Kvinnan verður flottari við árunum – eisini uttan smyrsl. Nógvar kvinnur stressa yvir at gerast eldri, hugsi eg, men í veruleikanum er kvinnan sum ein gittari við patina. Ein rukka kann vera so flott. Tað er vakurt, at tað sæst, at tað er lívið, sum lagar seg so. Í mun til plast og annað slíkt, so haldi eg eitt 50 ára gamalt andlit vera so flott, sum sær út sum eitt 50 ára gamalt andlit.

Tá tað kemur til tað praktiska, so kann eg líka minna á, at vit skilja væl hintini, hóast vit ikki gera tingini beinanvegin. Vit skulu nokk sláa hasa grasplenuna.

Um kvinnur áttu menn at vitað, at …

Uha … Hetta er trupult at svara uppá. Eg haldi, at bæði kynini hava nakað av somu eginleikum. Til dømis verður ofta nevnt, at kvinnur eru so roksutar. Har vil eg siga, at tað ikki bara eru kvinnur, sum eru roksutar. Tað er ikki so sjáldan, at eg hugsi, at ein maður átti at verið ein kvinna, so roksutur er hann. Vit menn kunnu roksa minst líka so nógv, uttan at nakað kemur burturúr.

Tann sterkasta kvinnan í mínum lívi ...

Tað er Annika. Hon hevur yvirlit, hon er so røsk og heldur 100 prosent sínar avtalur. Hóast vit ganga um beinini á hvørjum øðrum, er hon nakað so stuttlig at vera saman við. Tá eg fór til Nashville fyrstu ferð í 2007, var fyrstu ferð, vit bæði skuldu vera frá hvørjum øðrum, síðan vit hittust í 1984. Vit tosaðu um, hvussu hetta mundi fara at ganga. Tað gekk fínt – við skype. Hon er ein skansi, sum eg altíð gleði meg at sleppa heim aftur til. Vit eru saman um alt. Eg veit ikki, um eg eri betri við Anniku, enn aðrir eru við sínar kvinnur, men eg tori at siga tað.

Fyrsta kvinnan ...

Er mamma. Hon er 86 ár og býr í Danmark. Hon hevur altíð verið so ótrúliga røsk og er tað framvegis. Hon rokast í havanum hvønn dag og elskar at hava síni ommu- og langommubørn rundan um seg. Mamma var tann, sum tolin tók sær tíð at sita lurta, meðan eg sat við gittaranum sum smádrongur og lærdi meg ein sang. Eg var bara ein av seks systkjum.

Elsta kvinnan ...

Tað er veromman, sum býr her í húsunum. Hon er 90 ára gomul og situr og bindur í íbúðini niðriundir. Vit búðu í Danmark í nógv ár, og tá plagdi hon at koma niður til okkara at vera í fleiri mánaðir í senn. Nógv undraðust á hetta og spurdu, um tað ikki var strævið at hava ommuna búgvandi. Eg plagdi at spyrja, hvat er strævið við at koma heim til nýbakaðar pannukøkur og kaffi? Annika og hon eru sera tætt knýttar, og vit eru glað fyri at kunna vera búgvandi undir sama taki.

Yngsta kvinnan …

Er dóttirin Jessica. Hon broytti okkara lív. Hon varð fødd í Danmark í 1997. Vóru vit tætt knýtt áðrenn, gjørdust vit enn tættari, tá hon kom. Hon er sjálvstøðug og sterk og hevur megnað ótrúliga væl at handfara ta krevjandi familjustøðuna við at hava ein beiggja við Aspergers syndromi. Og so syngja vit jú saman, og tað eri eg ótrúliga fegin um. Hon hevur lært seg at syngja og spæla av egnum áhuga og ikki, tí at eg havi koyrt undir hana. Hon lesur í Aalborg og syngur í frítíðini í donskum orkestri, sum spælir allar møguligar sjangrur – eisini annað enn countrytónleik. Tað er stuttligt at fylgja henni og at merkja, at hon tímir at taka eina duett saman við pápa sínum av og á.

Hallur um tónleikin og kenslur

– Eg kann fara at tára av “Enn stendur hurð mín opin” við at liva meg inn í støðuna hjá øðrum og taka tað til mín. Eg ímyndi mær, at tað eri eg, sum standi í støðuni.

Hallur telist millum mest umbidnu tónleikarar í landinum, og hann er eisini nógv umbiðin til festivalar o.a. uttanlands. Hann hevur fleiri ferðir verið í Nashville og spælt tónleik inn, og í summar kom hansara seinasta útgáva Runnin ár.

Her heima spælir hann regluliga fyri nógvar ymiskar stovnar og felagsskapir, sum eitt nú Blindafelagið.

Hann spælir til festivalar, veitslur, brúdleyp, hátíðarløtur, og hann spælir fyri sjúkum og doyggjandi, til jarðarferðir osfr.

– Skuldi eg steðgað á undir eini framførslu fyri at turka eitt tár, so geri eg tað. Soleiðis kann eg koma ígjøgnum uppgávuna. Eg taki tað sum eina æru at verða biðin. At verða útvaldur til at spæla til serligar dagar hjá fólki er ein æra fyri meg. Tá gevur tað meining at vera tónleikari. At verða biðin aftur, má merkja, at eg geri okkurt rætt. Tað snýr seg um at gera fólk glað.

Blá bók

Navn: Hallur Joensen

Aldur: 53

Starv: Tónleikari

Privat: Í parlagi við Anniku síðani í 1984. Giftust í 2002. Børn: Jessica (23) og Alex (21).