Konsert fyri deyv og tey, sum hoyra
Tíðindi
Konsert fyri deyv og tey, sum hoyra
Vit uppliva tónleik gjøgnum aðrar sansir enn hoyrisansin. Ein uppliving av tónleiki kann eisini fáast gjøgnum titringar av einum djúpum bassi ella við at síggja fólk dansa. Tann 25. august kl. 17 bjóðar Norðurlandahúsið til eina øðrvísi konsert, sum er ætlað øllum - bæði deyvum, hoyriveikum og fólki við vanligari hoyrn. Her verða upplivingar bæði til kenslusans, sjón og hoyrn.
Eftir: Kvinna 21.08.2023
Tað er Íslendski bólkurin Art Across Ensemble, ið hevur skipað og lagt til rættis konsertina úr frá samrøðum við deyv, hoyriveik og fólk við vanligari hoyrn.
Bólkurin ferðast í Norðurlondum við konsertum og verkstovum, har fólk, ið duga væl teknmál og onnur áhugað á staðnum, kunnu luttaka og skapa list saman við listafólkunum. Endamálið er at kanna og seta spurnartekn við fordómar og við, hvat vit halda tónleik vera, og hvussu tónleikur skal upplivast. Harumframt eisini at seta teknmál á dagsskránna.
Konsertin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á nlh.fo



Viðkomandi greinar