Kvinna 8 - vit heiðra kvinnur, sum hava víst dirvið og inspirerað í 2022
Tíðindi
Kvinna 8 - vit heiðra kvinnur, sum hava víst dirvið og inspirerað í 2022
Ársins síðsta Kvinna er komin - rættiliga perfekt til eitt vikuskifti við kava og heimahugna 😉 Listakvinnan Maria Smith og hennara spennandi heim prýða forsíðuna - og tú kanst millum annað gleða teg til at lesa um tær 22 kvinnurnar, sum vit heiðra fyri at hava víst dirvið og fyri at hava inspirerað okkum í 2022.
Eftir: Kvinnu 16.12.2022

Les her leiðarin úr Kvinnu 8

”Run the world (Girls)”

Beyoncé er ein av heimsins størstu stjørnum. Hon er feministur. Ein fyrimynd fyri nógvar – og so eggjar hon kvinnum til at hava fíggjarligt frælsi. Fyri meira enn tíggju árum síðani kom hennara stóra hitt ”Run the world (Girls)” út – og boðskapurin í sanginum er eins týðandi í dag sum tá. Hesin leiðarin skal ikki snúgva seg um Beyoncé, men hennara sangur “Who run the world? Girls!” rann mær í hug, tá eg skuldi skriva um hesar kulu, sterku, skapandi, sjálvbjargnu, arbeiðssomu føroysku kvinnurnar, sum vit heiðra í ársins síðstu Kvinnu.

Hvønn einasta dag eru milliónir av kvinnum kring heimin, sum við sínum gerðum og íkasti geva øðrum kvinnum íblástur og dirvi – ja nógvar eru kendar sum Beyoncé, men tær, sum veruliga inspirera og geva øðrum dirvi, eru aloftast tær í nærumhvørvinum. Tær fantastisku føroysku kvinnurnar, sum mynda okkara fjarskotnu oyggjar. Tær. Júst tær vilja vit heiðra – tí tær gera mun, tær flyta okkum við teirra inspirerandi lyndi og smittandi dirvi.

Onkrar teirra eru fyrimyndir, onkrar bróta tabu, aðrar fáa okkum at smílast, og aðrar geva okkum dirvi til at gera tað, vit hava hugsað um so leingi.

Um eitt bil siga vit einum ári farvæl og líta afturá við takksemi og framá við vón. Og minst til, eisini í ár gjørdust kvinnurnar í Føroyum sjónligari.

”Who run the world? Girls!”

Gleðilig jól og gott nýggjár, kæri lesari – og takk fyri í ár. Tað er ein fragd at gera Kvinnu til tykkara.

Vinarliga
Tóra




Viðkomandi greinar