Tíðindi
Valfundur fyri kvinnur
Mikukvøldið 30. november kl. 19.30 verður spennandi valfundur fyri kvinnur á Hotel Hilton við kvinnuligum valevnum úr øllum flokkunum
Um smáar tvær vikur verður løgtingsval, og tá skulu vit aftur velja landsins stjørn. Enn er langt á mál, tá tað snýr seg um javnstøðu í umboðani av kvinnum og monnum í løgtinginum, og vit vita, at javnstøða ikki kemur av sær sjálvari. Í 2019 fingu kvinnur einans 24% av umboðunum, meðan menn fingu 76%.
Mikukvøldið 30. november kl. 19.30 bjóða vit til áhugaverdan og viðkomandi valfund á Hotel Hilton við tveimum kvinnuligum valevnum úr hvørjum flokki - tá hevur tú møguleikan at hoyra 14 roynd og óroynd kvinnulig valevni kjakast um fýra viðkomandi og áhugaverd evni.
Kára Bjarnadóttir Jakobsen stýrir kjakinum.
Kjakevnini vera:
- Fíggjarstýring – Hvussu megna vit gerandisdagin?
- Integratión – eru Føroyar fyri øll?
- Uttanríkispolitikkur – hvar standa Føroyar?
- Trivnaður hjá børnum og ungum – raðfesta vit rætt?
Í steðginum bjóða vit okkurt heitt í koppin og okkurt søtt afturvið.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt og viðkomandi kvøld saman við tykkum.