
Tíðindi
Kvinna + Býlið
Í dag er ein nýggj Kvinna á gøtuni - heili 148 síður. Tú fært bæði Kvinnu og Býlið hesaferð. Her fært tú ein brellbita.
Í Kvinnu kanst tú lesa spennandi samrøðu við Anniku Hoydal, sum skjótt gevur nýtt tilfar út. Eisini eru áhugaverdar greinar við Hansinu á Plógv og Ksenia Kara, sum er flótti í Føroyum. Tú fært sjálvandi eisini eina lekkra bindiuppskrift og leskiligar matupsskriftir og alt tað, sum tú kennir.
Í Býlinum vitja vit fimm spennandi heim - vit fara á gátt hjá Eyðuni Eliasen, Turið Mariu Jóhansdóttir, Eydis Skýlindal, Helgu Djurhuus og Hansinu Jentoftsdóttir Thomsen. Tú fært eisini køksrák, mást hava og eina guide til at gera hugnaligar kyrrlutamyndir.