Kvinnuhúsið: Krepputíð fær okkum at ivast
Tíðindi

Kvinnuhúsið: Krepputíð fær okkum at ivast

Augustmánaði hevði óvanliga nógvar fráboðanir við sær á Kvinnuhúsinum. Størsta orsøkin til fráboðanirnar eru fíggjarligur harðskapur. Tað er, tá tú ikki hevur ræðisrættin yvir tíni egnu fíggjarstøðu, og her kunnu korona og niðurskurður í inntøku spæla ein leiklut 
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 17.09.2020

Kvinnuhúsið hevur gjørt eina fyribils meting av fráboðanum, ið eru komnar í 2020. Fyrst av øllum eru tølini heldur høg við 489 fráboðanum teir fyrstu átta mánaðirnar. Trýstið var høgt í januar og februar og inn í mars mánað.

- Men tá korona kom varð næstan tøgn. Frá apríl til juli lá talið um 45-50 um mánaðin, men í august tvífaldaðust fráboðanirnar, tá vit fingu heilar 100 fráboðanir, greiðir leiðarin, Ann-Britt Fríðheim Mortensen, frá.

Flestu fráboðanirnar snúðu seg um fíggjarligan harðskap.

- Tað er, tá tú ikki sleppur at stýra tínum egnu fíggjarligu viðurskiftum, ella ert noktað innlit í felags fíggjarstøðuna. Tað kann eisini vera, at tín inntøka og nýtsla í størri mun verður eygleidd, og tað kann jú koma av korona, tá fleiri hava verið noydd til at fara niður í løn. Krepputíð kann fáa okkum at ivast í, hvar okkara pengar fara, hví vit hava so nógv brúkslán og so framvegis.

Jú meir, tú ert bundin at makanum, jú truplari er at fara. Og tað hevur Kvinnuhúsið merkt við nógvu fráboðanum. Høgtølini hjá Kvinnuhúsinum vísa, av teimum 100 fráboðanunum í august mánaði, komu 99 teirra frá kvinnum, og bert tann eina frá einum manni. Flest fráboðanir komu frá kvinnum í aldrinum 30-65 ár.

Visti tú ...

... at skilt verður millum 7 ymisk sløg av harðskapi?

Talgildur harðskapur • Kropsligur harðskapur • Materiellur harð­skapur • Sálarligur harðskapur • Kynsligur harðskapur • Stalking • Fíggjarligur harðskapur

Niðanfyri endurgeva vit grein um sálarligan harðskap, sum varð prentað í Kvinnu á vári í 2019. 

Sálarligur harðskapur kann hava nógv andlit

„Hann var høgur, fittur og hevði blá eygu, sá gott út. Júst týpan, sum eg fór eftir …“

Soleiðis byrjar frásøgnin hjá Sáru, sum fortelur um nøkur long ár við sálarligum harðskapi. Tann høgi, fitti, vakri maðurin við bláu eygunum vísti seg eftir stutta tíð at hava eina heilt aðra síðu. Sálarligur harðskapur er álvarsligur, hann er trupul at prógva, og so er hann eitt týdningarmikið evni at varpa ljós á. Tí hava vit latið hesa djørvu kvinnuna sleppa til orðanna við einum brævi, har hon greiðir frá sínum fyrsta stóra kærleika, sum oyðilegði so nógv fyri hana. Eisini tosa vit við Kathrinu Lindenskov Holm úr Kvinnuhúsinum.

Bræv til kvinnu

Góða Kvinna,

Eg skrivi til tín, tí eg havi verið fyri einari ógvisligari hending. Eini hending, sum hevur broytt mítt lív fullkomiliga, og sum eg ongantíð hevði ímyndað mær kundi henda. Í veruleikanum var tað ikki ein hending, men ein røð av hendingum.

Tí talan var um forfylging, niðurgering og eyðmýking, sum spakuliga oyðilegði alt mítt sjálvsálit. Eg visti ikki tá, at eg var fyri ógvisligum sálarligum harðskapi. Tað var ikki, fyrr enn eg fekk staðfest tunglyndi og strongd og kom í samband við Kvinnuhúsið, at eg skilti, hvat var hent mær.

Eg havi stríðst leingi við hesum einsamøll, og nú tá eg eri um at koma uppundan aftur, havi eg eitt ynski um at deila mína uppliving við aðrar. Tí tá eg stóð mitt í tí, hevði eg trupult við at skilja, hvat tað var, sum hendi, og hvagar eg kundi venda mær fyri at fáa hjálp. Vónandi kann mín søga vera við til at hjálpa øðrum, ið eru ella hava verið í somu støðu.

Okkara søga byrjaði við einari veitslu. Eg kendi ikki nógvar av gestunum, men tá eg sá hann, kendi eg hann aftur frá fyrr. Eg mintist hann frá skúlanum, har hann gekk nakrar flokkar eldri enn eg.

Hann var høgur, fittur, myrkur, hevði blá eygu, sá gott út. Hann hevði tatoveringar og var ein sovorðin skrøpp týpa. Júst týpan, sum eg fór eftir.

Hann hevði drukkið. Vit fullu í prát, men tað hendi ikki meir hetta kvøldið. Nakrar dagar seinni fekk eg eina vinarumbøn á Facebook, og tað var soleiðis, tað byrjaði. Vit skrivaðu saman, fóru biltúr.

Hann tóktist fittur og at hava skil upp á sítt lív. Hann hevði arbeiði, bil osfr. Vit byrjaðu at fjasa, og hann sýntist bara so fittur. Vit prátaðu meir og koyrdu fleiri biltúrar. Alt var so deiligt.

Vit høvdu kenst í stutta tíð, tá eg skuldi út at ferðast saman við vinfólkum í nakrar dagar. Eg fór í býin saman við mínum vinfólkum, harímillum einari gamlari flammu. Vit høvdu tað stuttligt saman, eg fekk ein mammumuss, men tað var eisini bara tað.

Hann kom eftir mær í Vágum, og tað helt eg vera ordiliga fitt. Flamman hevði einki at siga fyri meg, so eg valdi at gloyma hann og í staðin satsa upp á hendan nýggja fitta mannin. Eitt kvøldið, tá vit vóru úti og koyrdu, komu vit inn á evnið ótrúskap, og hann spurdi meg, um eg hevði verið saman við nøkrum øðrum, meðan eg hevði verið burtur. Eg segði sum var, fortaldi um mussin, og at tað var tað. Og tá hann fann út av hesum, var tað sum, at okkurt hendi innan í honum. Hann gjørdist í øðini og tveitti meg út úr bilinum.

Eg gjørdist so kløkk og kedd. Samstundis sum eg hevði trupult við at trúgva, at hann meinti tað, var eg bangin fyri at missa hann. Tíverri, tók ‘á nei, eg fari at missa hann’- kenslan yvir. Eg sat eftir við einari óhugnaligari kenslu av, at okkurt ikki var, sum tað átti at vera. Tá eg nú hyggi aftureftir, veit eg, at hatta var fyrsta ávaringin – magakenslan var røtt.

Vit vórðu góð aftur, eftir at eg hevði lovað, at hin ‘flamman’ onki hevði at siga fyri meg. Hann fór at seta krøv til alt møguligt. Myndir hjá mær skuldu strikast á Facebook, og eg mátti avtagga meg á ymsu myndunum. Hann forlangaði eisini, at vit skuldu vera sjónliga í parlagi á Facebook. Hann vildi stýra mær, eiga meg.

Eg havi altíð verið ein privatur personur, og eg hevði ongantíð verið í einum veruligum parlagi áður, og tískil hevði eg ongantíð upplivað, at nakar vildi gera okkara parlag alment so skjótt. Eg fekk aftur hesa kensluna av, at eg ikki hevði tak á støðuni, og um eg ikki gjørdi, sum hann bað, so fór at eg missa hann. Tí tað hótti hann jú við alla tíðina.

Fólk, sum kendu meg, undraðust eisini á, hvussu skjótt tað gekk. Men akkurát tá var eg jú forelskað. Eg hugsaði: „Ókey, nú fari eg bara all in, tí eg vil hann“.

„Tú ert ein stór hora!“

Síðani fylgdi ein friðarlig tíð. Vit høvdu tað gott saman. Vit hugnaðu okkum og høvdu tað stuttligt. Vit prátaðu nógv, og eg hevði álit á honum. Hann var mín fyrsti stóri kærleiki. Eg kendi, at eg kundi líta á hann, og eg fortaldi honum ymiskt um meg, sum eg ongantíð havi fortalt øðrum. Men eg fann so líðandi útav, at hann hevði eitt óstøðugt sinnalag. Hann kundi vera í ringum lag uttan nakra sjónliga orsøk. Tað hevði onki við meg at gera, men tað gekk út yvir meg. Hann hevði alla tíðina ein illgruna til mín um, at eg var honum ótrúgv. Tað var eg sjálvandi ikki. Men hann trúði mær ikki. „Tú ert ein stór hora“, var hansara vanliga niðurlag. Og tað ringasta var, at hann brúkti alt, sum eg fortaldi honum, ímóti mær fyri at bróta meg niður.

Hann segði, at øll hildu meg vera bíliga, býtta, eina joke, og at eg bara ikki var nóg góð. Hann segði, at øll hildu, at eg hevði gingið ótrúgv. Og eg trúði honum. Eg gekk og kreyp fyri honum.

Eg sá aftaná, hvussu nógv eg broyttist av at vera saman við honum. Eg fór ikki í býin longur, bara fyri frið skyld, og eg sá minni og minni til mínar vinir. Onkur av vinaløgunum havi eg heilt einfalt mist. Bæði tí at tey ikki orkaðu at biðja meg koma við meir, men eisini helt eg meg fyri meg sjálva bara fyri at sleppa undan roki. Hann var so øvundsjúkur. Øvundsjúkur inn á mínar mannligu vinir og starvsfelagar. Tað var nokk, at eg bara hevði prátað við onkran.

Hann arbeiddi uttanlands og var tí burtur av og á. Men tað merkti ikki, at tað var friður, meðan hann var burtur. Skuldi eg okkurt sosialt, skuldi eg senda honum myndir av, hvørjum klæðum eg var í. Hann skuldi vita, hvørjum eg skuldi út við og hvar. Eg dokumenteraði alt. Eina ferð, tá eg skuldi í bindiklubba, var tað so hált, at eg fór við einari vinkonu, ið var betur skødd enn eg. Tað toldi hann ikki. Hann fekk tað til, at eg ætlaði mær út at drekka og vera saman við øðrum.

Soleiðis sat hann langt burturi og stýrdi mær. Eg dugdi at síggja, at tað var eitt sjúkt spæl. Antin var hann ísakaldur ella oysti hann út yvir meg av sínum óndskapi. Serliga tá hann drakk, bleiv tað ringt. Hann var ringur at rokna út.

Knappliga kundi hann kalla meg alt møguligt ljótt, ‘ein helvitis hora’, bíliga, býtta. Vóru vit úti onkustaðni ella heima hjá honum, mátti eg altíð hugsa um, hvussu eg slapp til hús aftur. Tí eg visti ongantíð, hvussu lagið fór at verða.

Romantiskur og svakur

Eg hevði onki at samanbera við og helt bara, at tað átti at vera so. Eg var kanska skjót at gloyma eisini. Tí tá tað gekk væl, var tað ordiliga gott. Hann kundi vera so romantiskur, kerligur og umhugsin. Hann kundi finna uppá at gera eitt heitt baðikar klárt til mín, gera tað hugnaligt og romantiskt við at tendra livandi ljós, hann gjørdi mat til mín osfr.

Hann stýrdi mær og øllum okkara millum. Hann gjørdi tað liðugt og bað meg pakka míni ting og fara. Dagin eftir var alt, sum um onki var hent. Eina ferð, tá hann bleiv illur, hótti hann við at gera tað liðugt. Tá hevði eg fingið nokk, og valdi eg at fara. Júst hetta kvøldið vóru vit heima hjá honum, og eg hevði ongan bil. So eg fór til gongu heim. Hann koyrdi aftaná mær allan vegin heim, tí eg noktaði at seta meg inn í bilin. Restina av tí náttini kimaði hann meg niður.

Okkara parlag vardi í tvey ár, og ágangurin byrjaði, nærum áðrenn vit vóru byrjað. Og hann helt fram, aftaná at vit fóru frá hvørjum øðrum. Í fyrstuni fekk eg ikki frið fyri honum, tí hann so gjarna vildi hava meg aftur. Hetta var ein løgin tíð og støða fyri meg, tí mær longdist so illa eftir tí manninum, sum eg forelskaði meg í, samstundis sum eg ræddist hendan sama mannin. Endiliga fann eg dirvið til at slíta meg leysa. Og tað setti av álvara eld á. Tað var serliga tá, hann var eyka andstyggiligur, men samstundis eisini fittur. Hann koyrdi meg niður, lyfti meg upp og so smekkaði hann meg niður aftur. Alt var sum eitt ónt spæl, dugi eg nú at síggja.

Hann spilti meg út dagliga, hóast vit ikki vóru saman. Hann minti meg á, hvussu ljót og býtt eg var, hvussu eg hevði oyðilagt hansara lív, at eg var orsøkin til alt tað keðiliga, ið var hent honum. „Tú ert onki verd“, segði hann og hótti við at skjóta meg. Eg skuldi bara vita, at hann altíð hevði vápn liggjandi klárt í bilinum.

Hann lá og koyrdi aftan á mær, og hann koyrdi aftur og fram uttan fyri míni hús og fram við mínum arbeiðsplássi. Einaferð, eg hevði verið úti, fekk eg eini boð frá honum í somu løtu, sum eg tendraði ljósið í kamarinum. Tá stóð hann í einum húsum nakað burturfrá, haðani hann sá beinleiðis inn á mítt sovikamar. Eg læt voicemailin upp, og hoyrdi hann siga: „Hvar hevur tú nú verið, tín helvitis hora?“

Deyðshóttanir og nakinmyndir

Hann oyðilegði so nógv innan í mær. Tí eg trúði øllum. Hann dugdi at finna alt tað, eg var glað fyri, og at oyðileggja tað. Hann kom eisini javnan við hóttanum um at senda sokallaðar 'nakinmyndir'. Myndir, sum eg visti vóru ivasamar, tí hann hevði sníkt seg til at taka myndir av mær, og tær vístu onki veruligt, men tað var nokk til at gera meg bangna. Hann hótti við, at hann fór at doyggja, og at eg onki legði í seg.

At enda mátti eg blokera allar kanalir, sum hann brúkti til at hótta meg. Í dag syrgi eg fyri ikki at vera har, eg kann møta honum. Tá eg hyggi eftir honum, fái eg vaml av honum, av hansara týpu og alt, sum hann umboðar. Persónar, sum halda seg vera. Eg hveppist við, tá eg síggi ein bil, sum líkist hansara, koma koyrandi móti mær.

Eg eri nú komin burtur úr tí og kann endiliga síggja fram til eitt vanligt lív. Men tað kostaði mær. Eg arbeiddi alla hesa tíðina. Til eg bleiv sjúkrameldað við strongd og tunglyndi. Eg hevði ikki sovið í langa tíð og fekk at enda eina ávísing frá læknanum til Kvinnuhúsið. Eg havi altíð hoyrt um Kvinnuhúsið og hevði eina ímynd av, at tað er eitt hús fyri kvinnur, ið eru bukaður sundur og saman. Eg lærdi, at tað ikki eru tey sjónligu arrini, ið fylla Kvinnuhúsið. Kvinnuhúsið var byrjanin til mína bjarging. Eg slapp at tosa við ein sálarfrøðing har, og allan tann fyrsta tíman sat eg og græt. Sálarfrøðingurin bað meg vera har í 2-3 dagar, tí eg hevði brúk fyri hvíld. Eg fekk at vita frá henni, at tað, mær hevði verið fyri, var verri enn at verða sligin. „Sálarligur harðskapur kann gera eina kvinnu nógv ár eldri upp á stutta tíð“, segði hon við meg. Eg taki enn heilivág, sum hjálpir mær at sova, og eg gangi regluliga til viðgerð hjá sálarfrøðingi.

Meðan eg var á Kvinnuhúsinum, fann eg troyst í bókini “Bara hann sló meg”, har eg kundi lesa um aðrar kvinnur, ið høvdu verið fyri líknandi harðskapi. Men eg var framvegis so ørg um hetta, sum var hent mær. Skal eg so bara ganga her og halda alt fyri meg sjálva? Og ongin skal fáa nakað at vita? Eg hugsaði, at tað ikki kundi vera rætt. Eg havi stríðst nógv við hendan spurningin, og tað er orsøkin til, at eg gekk so leingi við hesum einsamøll. Hvat nú um eingin trýr mær? Um eg nú sigi tað við onkran, og tey ikki trúgva mær? Ella um tey fara víðari við tí, og so kom tað aftur til hann? Eg ræddist hann. Tí hvat kundi hann finna uppá? Fór hann at gera av við meg? Fór hann at standa uttan fyri mítt vindeyga við byrsuni, soleiðis um hann segði, ella koyra meg út av vegnum? So eg segði einki.

Eg havi tað betri nú. Eg havi møtt einum øðrum manni, sum er heilt øðrvísi. Fittur, klókur og góður. Eg kann tosa við hann um alt. Og eg síggi enn týðiligari, hvussu sjúkt hitt parlagið var. Eg veit, at eg ikki eri einsamøll um at enda í hesari støðuni, og at sálarligur harðskapur kann hava nógv andlit. Tí vóni eg, at mín søga kann vera við til at varpa ljós á hetta evnið og hjálpa øðrum, ið enda í líknandi støðu.

Kærar heilsanir Sára

Sára er eitt dulnevni fyri at verja hana og familjuna. Redaktiónin kennir hennara rætta samleika.

____

Hevur tú ein illgruna um sálarligan harðskap?

Tað er ikki altíð so lætt at síggja, um ein, ið stendur tær nær, er fyri sálarligum harðskapi. Um tú hevur ein illgruna til onkra, kanst tú halda eyga við:

- Um hon nokkso brádliga broytir atferð.

- Um hon tykist ótrygg og hevur lágt sjálvsálit.

- Um hon hevur lyndi til at halda seg burturi og avbyrgja seg í mun til sosiala samveru.

- Um hon, tá hon er saman við øðrum, kortini hevur samband við hann alla tíðina.

Sálarligur harðskapur er …

Tá ein persónur ferð eftir ferð hóttir, skemmar og hevur valdið á einum øðrum, so hesin livir eitt lív í ótryggleika, angist og við einum spiltum sjálvsvirði.

Sálarligur harðskapur kann fremjast einsamallur ella saman við øðrum sløgum av harðskapi, s.s. kropsligum og kynsligum harðskapi.

Sálarligur harðskapur hevur markamót til onnur sløg av harðskapi sum stalking, fíggjarligan og talgildan harðskap.

Les meir:

www.kvinnuhusid.fo  - www.amr.fo Sig frá! www.levudenvold.dk

Visti tú …

... at Fólkatingið 26. mars 2019 einmælt samtykti at sekta sálarligan harðskap á sama hátt sum kropsligan harðskap?

Málið hevur fingið drúgva viðgerð orsakað av, at sálarligur harðskapur er so trupul at prógva. Til dømis eru tóni, kropsmál og eygnabrá torfør at prógva, tí tey síggjast ikki aftur í eitt nú sms-boðum. Tí verður arbeitt víðari við at finna ein leist fyri at skjalprógva sálarligan harðskap.