Kvinnur á ting
Tíðindi

Kvinnur á ting

Tingkvinnur, sum í dag sita í løgtinginum bera formliga heitið “tingmenn” sambært Stýrisskipanarlógini. Hetta vilja Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi broyta. Tær hava tí lagt uppskot fram fyri løgtingið um at skifta heitini “løgtingsmenn” út við “løgtingsfólk” soleiðis, at lógin fevnir bæði kyn.
Eftir: Irenu Dam 07.02.2020

“Í dagligari talu brúka vit ikki løgtingsmaður - hvørki í miðlunum og heldur ikki í løgtinginum. Tað er bara á teimum formellu pappírunum, at heitini verða brúkt”, sigur Ingilín Didriksen Strøm. Hon leggur afturat, at tað ikki er serliga innbjóðandi fyri kvinnur, ið verða valdar á ting at blíva kallaðar fyri løgtingsmenn - tí er tað umráðandi, at hesar orðingar verða broyttar, so tær fevna um bæði kynini.

Ingilín leggur afturat, at tíðin er búgvin at broyta heitini í Stýrisskipanarlógini og vónar, at tað bert er talan um ein avgreiðsluspurning.