Kvinnur heiðraðu forsetanum
Tíðindi

Kvinnur heiðraðu forsetanum

Kvinnurnar, sum vóru valdar at heiðrað nýggja forsetanum á Capitol Hill í gjár, sendu bylgjur kring allan heimin. Lady Gaga, Jennifer Lopez og ikki minst Amanda Gorman hava við sínum framførslum fylt miðlarnar seinasta døgnið.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Myndir: veitarar 21.01.2021

Tað var ein stór løta á Capitol Hill í gjár, tá Joe Biden og Kamala Harris vóru tikin í eið sum ávikavist forseti og varaforseti í USA. Tað hevur verið ófriðarligt í USA seinastu vikurnar og síðani sjálvt valið, sum tryggjaði Biden og Harris sæti komandi fýra árini.

Ófriðurin var av ongum. Í staðin fleyt yvir á sosialu miðlunum, har fólk frøddust um framførslurnar hjá Lady Gaga, Jennifer Lopez og Amanda Gorman. Serliga er tað síðstnevnda, ið verður róst fyri sína serligu framførslu, tá hon las upp yrkingina “The Hill We Climb”. Ein lítil, spinkul, yndislig kvinna í sólgulum frakka og reyðum hárbandi bar á serliga beinraknan og vakran hátt sína væl skrivaðu heilsan fram, sum uttan iva fer at geva afturljóð í komandi tíðum. Á sosialu miðlunum hava kendar røddir sum Michelle Obama og Oprah Winfrey fagnað ungu kvinnuni fyri eina góða og neyðuga røðu. Hoyr vøkru yrkingina hjá Amandu her.

22 ára gamla Amanda Gorman er fødd og uppvaksin í Los Angeles og mett sum ein av mest áhugaverdu yrkjarunum í nýggjari tíð. Hon er yngsti yrkjari nakrantíð at standa á Capitol Hill í røðini av kendum yrkjarum, ið hava framført fyri komandi forsetum. Tað verður sagt, at tað var forsetafrúan Jill Biden, ið heitti á Amandu um skriva eina yrking til nýggja forsetan í sambandi við hátíðarløtuna.

Jennifer Lopez og Lady Gaga høvdu somuleiðis hvør sína framførslu á degnum. Í einum stórslignum reyðun skjúrti framførdi Lady Gaga eina hugtakandi útgávu av tjóðsanginum, “Star Spangled Banner”, sum sambært ummælarum staðfesti amerikanska stórbæri, sum vit kenna so væl. Hoyr framførsluna her.

Jennifer Lopez trein á pallin í kritahvítum frá topp til tá, og legði út við væl kenda “My Land is Your Land” eftir Woody Guthrie, sum part av einari sirpu, har hon hevði blandað siðbundnar amerikanskar sangir við hennara egna “Let’s Get Loud”.  Hon endaði sína framførslu við at senda eina heilsan á sponskum. Hoyr framførsluna hjá Lopez her.

Annar av høvuðspersónunum á degnum, Kamala Harris, hevði klætt seg í vakurt lilla. Hetta skal hon hava gjørt av fleiri orsøkum, meta serfrøðingar. Ein orsøk er fyrimynd hennara, Shirley Chisholm, ið sum fyrsta kvinna og fyrsta litta kvinna nakrantíð stillaði upp til forsetavalið í 1972. Hon var eisini klædd í lilla. Harumframt hava mótaserfrøðingar ró fram undir, at lilla eisini var liturin hjá kendu kvinnurørsluni Suffragettirnar, sum við aldarskiftið kring 1900 stríddist fyri valrætti fyri kvinnur.