Kvinnurenning 2022 - her renna vit!
Tíðindi
Kvinnurenning 2022 - her renna vit!
Leygardagin 21. mai verður ársins Kvinnurenning, her sært tú renniruturnar.
Eftir: 12.05.2022

Í ár fara vit aftur at renna somu vøkru rutuna, sum vit áður hava gjørt. Á 5 kilometur teininum byrja vit á Tórsbreyt, renna undir Svartafossi, oman í Hoydalar, út ímóti Boganesi og so yvir við Strond og á málið á Vaglinum.

Barnavognsrutan er 3,8 kilometrar og byrjar eisini á Tórsbreyt, men tá ganga/trilla vit eftir vegnum forbí Magn, og síðan fara vit yvir við Strond og á málið á Vaglinum.




Viðkomandi greinar