Kvinnurenning 2022
Tíðindi
Kvinnurenning 2022
Kvinna gleðist um saman við Bragdinum at bjóða tær við til Kvinnurenningina 2022. Í ár fara vit endiliga aftur at renna saman í Havn. 21. mai fara vinkonur, systrar, mammur, døtur, ommur, bindiklubbar og starvsfelagar úr øllum landinum til Føroya størstu og hugnaligastu renning. Vit gleða okkum.
Eftir: 17.03.2022

Kvinnurenningin 2022 verður leygardagin 21. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn.

Melda til nú og fá stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar. Skunda tær, tí tað er avmarkað nøgd av renniblusum og gávuposum!

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í vikuni áðrenn renningina – tilber at heinta í Klaksvík mikudagin 18. mai og á Tvøroyri hósdagin 19. mai - nærri kunning kemur. Og frá mikudegi-leygardag á Smyrilsvegi 13 í Havn.

Seinasta freist at heinta renniblusu og gávuposa er leygardagin 21. mai kl. 13.30. Ikki avheintaðir posar verða burturbeindir 1. juli 2022.

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2022 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.




Viðkomandi greinar