![Kvinnurenning 2023 - her renna vit!](https://kvinna.cdn.fo/savn/an2ctllz/35483213_10155783190819072_4372398091693719552_o.jpg?width=1200&height=680&rxy=0.47621695695571054,0.4941562695170736&rmode=crop&t=13&s=vUS_eyktWETEK2EMba_1a8coboQ)
Tíðindi
Kvinnurenning 2023 - her renna vit!
Leygardagin 20. mai verður ársins Kvinnurenning, her sært tú renniruturnar.
Í ár fara vit aftur at renna somu vøkru rutuna, sum vit áður hava gjørt. Á 5 kilometur teininum byrja vit á Tórsbreyt, renna undir Svartafossi, oman í Hoydalar, út ímóti Boganesi og so yvir við Strond og á málið í Vágsbotni.
Barnavognsrutan, sum er uml. 3,5 kilometrar, byrjar eisini á Tórsbreyt, men tá ganga/trilla vit eftir vegnum forbí Magn, og síðan fara vit yvir við Strond og á málið í Vágsbotni.