Kvinnurenning 2026
Tíðindi
Kvinnurenning 2026
Kvinna gleðist um saman við Bragdinum at bjóða tær við til Kvinnurenningina 2026, sum í ár verður 26. mai. Sum siðvenja er fara vinkonur, systrar, mammur, døtur, ommur, bindiklubbar og starvsfelagar úr øllum landinum at renna saman til ársins huganligastu renning. Vit gleða okkum.
Eftir: 20.02.2026

Kvinnurenningin 2026 verður leygardagin 16. mai - og vit byrja sum vanligt á Tórsbreyt í Havn.

Melda til áðrenn 11. mai 2026 og tryggja tær luttøku fyri 350 kr. Eftir 11. mai hækkar prísurin til 399 kr.

Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.
Kvinnurenningin endar í Hoydølum.

Avmarkað nøgd!
Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast mikudagin 13. mai kl. 10.00 til 17.00. Fríggjadagin 15. mai kl. 10.00 til 17.00. Leygardagin 16. mai kl. 10.00 til 13.00 í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2026 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.

 




Viðkomandi greinar