Kvinnurenningin 2026 byrjar í Hoydølum - her eru ruturnar
Tíðindi
Kvinnurenningin 2026 byrjar í Hoydølum - her eru ruturnar
Eftir: 13.05.2026

Soleiðis verður dagurin:
14.40 - Vælkomin, møtast við studentaskúlan í Hoydølum. + Upphiting við Ann frá Bragdinum. Vit byrja stundisliga kl. 14.45

15.00 - Renningin verður skotin í gongd - tit fáa kunning/vegleiðig í Hoydølum.

15.35-17.00 - Myndatøka á Vaglinum - farið endiliga í kø til myndatøku, so skjótt tit eru á málinum.

Uml. kl. 16.15 - Hugnin byrjar á Vaglinum. Okkurt leskiligt til góman - millum annað bjóðar Tann Grøna Matveitingin falaflur við salati frá Spírar & Sporar. Og OY bjóðar smakkiroyndir av alkoholfríari øl afturvið. Vatn frá Aqua d'Or og frukt verður eisini. Og sjálvandi góða lutakastið - vinningarnir sært tú her. Tað er títt renninummar, sum er við í lutakastinum.
Alt hetta er á økinum uttan fyri býráðshúsið.

17.00 - Vit runda av og takka fyri í ár.

Vertur: Svanna Hentze í Gong

Myndir frá degnum koma út á facebook-vangan hjá Kvinnu 17/18. mai.

Síggjast. 

Renniruta
 

Gangirutan