
Tað eru orð sum sterk, stílvís, sjálvviss, skapandi og nærverandi, ið ganga aftur. Við bókasininum vilja vit varpa ljós á føroysku kvinnuna og lívið í Føroyum, sum tað kann síggja út í dag - bæði vakurt og ófullfíggjað og stilt og sterkt. Her verður prátað um klædnastíl og køkar, men eisini um javnstøðu, framtíð, arbeiðslív og tað at tora at standa í sær sjálvari.
Lív & Løtur er eitt bókasin, tú kanst dvølja við og venda aftur til. Tað er gjørt til at leggja fram, blaða í og finna íblástur í – og kanska eisini kenna teg aftur í. Tað minnir okkum á, at vit ofta finna týdningin júst har, sum vakurleiki og veruleiki møtast.
Bókasinið fæst til keyps í handlum kring landið og kann eisini keypast her!
Góðan lesihug frá okkum á Kvinnu
Annika, Armgarð, Anita, Lív og Tóra