Lív Maria Róadóttir Jæger í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Tíðindi

Lív Maria Róadóttir Jæger í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Forlagið Eksil gav út í 2020.
Eftir: Tíðindaskriv / Mynd: Finnur Justinussen 25.02.2021

Í tíðindaskrivi frá tilnevningarnevndini verður í dag kunngjørt, at Lív Maria Jæger Róadóttir er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon er í uppskoti fyri yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír, sum Forlagið Eksil gav út í 2020.

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, "at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi.

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg. Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva. Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger, skrivar á vátt pappír. At skriva og at skilja er eitt høvuðsevni í yrkingunum".

Allur teksturin um savnið sæst á heimasíðu Norðurlandaráðsins, https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2021

Vinnarin av Norðurlendsku Bókmentavirðislønini verður funnin 2. november. Hinir rithøvundarnir, ið eru í uppskoti til virðislønina, eru:

Danmark: Asta Olivia Nordenhof fyri skaldsøguna “Penge på lommen, Scandinavian Star, Del 1” og Ursula Andkjær Olsen fyri yrkingasavnið “Mit smykkeskrin”.

Finnland: Pajtim Statovci fyri skaldsøguna “Bolla” og Heidi von Wright fyri “Autofiktiv dikt“

Grønland: Niviaq Korneliussen fyri skaldsøguna “Naasuliardarpi” (Blómudalurin).

Ísland: Andri Snær Magnason fyri skaldsøguna “Um tímann og vatnið” og Guðrún Eva Mínervudóttir fyri skaldsøguna “Aðferðir til að lifa af”

Noreg: Vigdis Hjorth fyri skaldsøguna “Er mor død” og Lars Amund Vaage fyri skaldsøguna “Det uferdige huset”

Samiska økið: Inga Ravna Eira fyri yrkingarnar “Gáhttára Iðit”

Svøríki: Johanna Lykke Holm fyri skaldsøguna “Strega” og Andrzej Tichý fyri stuttsøgusavnið “Renheten”.

Áland: Sebastian Johans fyri skaldsøguna “Broarna”.