Lívið hjá Britney Spears í nýggjum heimildarfilmi
Tíðindi
Lívið hjá Britney Spears í nýggjum heimildarfilmi
Ein heimildarfilmur um amerikansku popp-stjørnuna, Britney Spears, hevur aftur kynt fest í #freebritney rørsluna. Filmurin fylgir Britney frá tíðini, tá hon var á toppinum, til hon breyt saman sálarliga fyri meira enn 10 árum síðani og til dagin í dag.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd FX Networks/Hulu 11.02.2021

"Framing Britney Spears" er heitið á heimildarfilmi, sum nú kann síggjast hjá amerikansku stroymingartænastuni Hulu.

Filmurin hevur fingið nógva umrøðu í sambandi við, at hann var givin út og hevur av álvara sett gongd á #freebritney rørsluna, sum nakrir fjepparar hava sett í gongd, tí pápi Britney Spears, Jamie Spears, er verji hjá 38 ára gomlu poppstjørnuni. Tað hevur hann verið, síðani hon breyt saman sálarliga fyri meira enn 10 árum síðani. Ein leiklutur, sum hann ikki vil sleppa, hóast Britney sjálv fleiri ferðir hevur sagt, at hon vil sleppa úr formyndarínum hjá pápanum. At pápin er verji hjá Britney Spears merkir millum annað, at hann hevur fult tamarhald á fíggjarstøðu hennara, og Britney tapti í november í fjør eitt sakarmál móti pápanum, har hon royndi at sleppa av við hann sum verja. Eitt nýtt sakarmál er sett at vera í dag, 11. februar.

Tað er tó ikki bert málið um formyndaríið, ið verður viðgjørt í heimildarfilminum. Filmurin fylgir Britney Spears heilt frá, hon var á toppinum sum poppstjørna við hitti eftir hitti til dagin í dag. Eitt tema í filminum er, hvussu umheimurin hevur dømt Britney, og hvussu hon hevur skula funnið eina javnvág millum at vera poppstjørna, sexsúmbol og fyrimynd.

Í kjalarvørrinum av, at heimildarfilmurin er komin út, hava kend fólk givið sín stuðul til kennar við #freebritney á eitt nú sosiala miðlinum Twitter. Teirra millum eru Sarah Jessica Parker, Bette Midler og Khloe Kardashian.

Sambært danska miðlinum, Soundvenue, hevur TV2 keypt rættindini til filmin, og hann kann longu frá leygardegnum 13. februar 2021 stroymast á TV2 Play.