Malala prýðir forsíðuna á Vogue
Tíðindi
Malala prýðir forsíðuna á Vogue
Eg veit, hvørja styrki ein ung genta hevur í hjarta sínum, tá hon hevur eina visión og eina missión, sigur Malala millum annað í greinini í blaðnum Vogue.
Eftir: 10.06.2021

Tað er aktivisturin Malala Yousafzai, sum prýður nýggjastu forsíðuna á navnframa mótablaðnum Vogue, og í blaðnum er eisini samrøða við 23 ára gomlu kvinnuna um millum annað aktivismu, Twitter og sambondini hon hevur við aðrar aktivistar.

Malala gav út bókina, I Am Malala í 2013, júst eitt ár eftir at hon yvirlivdi eina drápsroynd í heimlandinum Pakistan. Sum 15 ára gomul setti hon grunnin Malala Fund á stovn, og í tí arbeiðinum hevur hon ferðast kring heimin og er blivin ein leiðandi rødd fyri rættinum hjá gentum til útbúgving.

Í 2014, tá Malala Yousafzai var 17 ára gomul, fekk hon friðarheiðursløn Nobels fyri at hava stríðst fyri rættinum hjá gentum til útbúgving. Í dag er Malala liðug við útbúgving sína á Oxford, har hon hevur lisið heimspeki, politikk og búskaparfrøði.

– Eg veit, hvørja styrki ein ung genta hevur í hjarta sínum, tá hon hevur eina visión og eina missión, sigur Malala millum annað í greinini í blaðnum Vogue.

Malala Yousafzai er tætt knytt at 18 ára gomlu svensku umhvørvisaktivistinum Gretu Thunberg, og 21 ára gomlu Emmu González, sum stríðist fyri vápnaeftirliti í USA.

Í samrøðuni nevnir hon eisini, at hon ikki metir, at aktivisma skal sameinast við sosiala miðilin Twitter.

– Nú knýta vit aktivismu saman við tweet. Tað skal broytast, tí Twitter er ein heilt annar heimur, sigur hon við Vogue.

Les meir á alla samrøðuna við Malalu Yousafzai á heimasíðuni hjá Vogue.