Malene Fisker Waag letur upp nýtt kondittarí
Tíðindi
Malene Fisker Waag letur upp nýtt kondittarí
Leygardagin 8. okt. kl. 10, letur nýtt konditaríið upp í Havn. Omaná, sum kondittaríið kallast, letur upp í SMS.
Eftir: Kvinna 07.10.2022

Malene Fisker Waag er ein av eigarunum og sjálv virkandi kondittari í nýggja kondittarínum Omaná. Malene hevur lært til kondittara á kenda kondaritarínum í Keypmannahavn, La Glace, og hevur eisini arbeitt í New York eitt skifti. Afturat tí hevur hon eisini royndir sum ísmeistari.

-Eg havi altíð droymt um at hava mítt egna kondittarí, og nú gjørdist mín dreymur veruleiki. Eg hevði bara aldrin gitt, at tað fór at vera í Føroyum, sigur Malene, sum er uppvaksin í Danmark, men er flutt til Føroyar saman við føroyska manninum.

-Í nýggja kondittarínum leggja vit dent á at hava okkara egna stíl, sigur Malene, sum leygardegin letur dyrnar upp til litfagra kondittaríið Omaná hevur.

Í Omaná fáast leskiligar kondittarakakur, tertur, heimagjørdur ísur og kaffi av ymsum slagi. Til ber eisini at keypa kakur heim við og at bíleggja til veitslur.

-Eg gleði meg til at deila mína bakigleði og hjartabarn við alt Føroya fólk í morgin og vóni, at fólk fara at taka væl ímóti, sigur Malene.