Maria heldur ólavsøkuprædikuna í ár
Tíðindi
Maria heldur ólavsøkuprædikuna í ár
Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi, heldur ólavsøkuprædikuna í ár. Í vár skrivaði hon klummuna í Kvinnu, sum vit endurgeva her.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 01.07.2021

Tað verður Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi, sum í ár fær heiðurin at halda ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni ólavsøkudag.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elst av teimum við atliti at starvsaldri er Maria Jørðdal Niclasen.

Í vár skrivaði Maria klummuna í Kvinnu:

Mær leingist at fevna teg grønkandi vár...

Sangurin floymir út gjøgnum hátalararnar í bilinum henda vakra vetrarmorgun, sum eg koyri úr Vestmanna, har eg havi verið til lækna við dóttrini fyri eg-veit-ikki-hvørja ferð. Hon hevur tað fínt – tað eru vit, sum eru fyrstuferðforeldur.

Men sum tað er deiligt, at várið er um at vakna undir kavanum. Bæði í náttúruni, men so sanniliga eisini menniskjaliga og andaliga. Soleiðis kennist tað í øllum førum. At 2020 hevur verið ein langur, myrkur vetur, sum nú spakuliga syngur deyðssong sín.

Eg haldi meg nú síggja ljósið við tunnilsmunnan. Várið, koronan er um at verða koppsett burtur, og Donald Trump er valdur út úr Hvítu húsunum. Tað er, sum tað normala er um at koma aftur.

Men 2020 hevur verið eitt royndarár – kanska eitt annus horribilis fyri fleiri. Sjúka og sóttarhald, skert frælsi og hjúnaskilnaðir, tilmælir og avmarkingar, uppsagnir og hjálparpakkar. Vit kenna hetta øll, á hvør sín hátt, meira og minni.

Eg hoyri til tey, onkuntíð irriterandi fólkini, sum gjarna vilja finna okkurt positivt við tí, sum hendir. Tí havi eg eisini í fleiri umførum endurgivið Churchill, sum hevur sagt, at vit skulu ongantíð lata eina kreppu fara til spillis.

Tað hevði eisini verið ein sorgarleikur oman á ein sorgarleik, um vit einki gott fingu burtur úr hesum oyðimarkarári. Henda áminning hjá Churchill minnir okkum øll í felag á, at kreppur kunnu gera okkum sterkari. Tí ein kreppa kann vera við til at sjónliggera tað, sum er av týdningi í tilveruni. Og tí kann hon, hóast ótta, angist og sakn, fornýggja og styrkja okkum sum samfelag og sum einstaklingar.

Høvdu vit viljað verið kreppuna fyri uttan? Ja – líkasum vit høvdu viljað verið koronuárið fyri uttan. Men tá hon er her, kreppan, so fáa vit tað ikki verri av at fáa okkurt gott burtur úr henni.

Tað eru helst fleiri atlit at taka. Eisini fleiri etisk atlit. Tí tað kostar at seta eitt heilt samfelag á pausu, men tað kostar eisini at lata vera. Hvør skal so gjalda prísin? Fleiri grundgevingar eru førdar fram, og onkuntíð kemur samtalan inná, hvussu nógv vit skulu gjalda fyri at bjarga einum menniskjalívi. Men kunnu vit seta prís á eitt menniskjalív? Í eini kjakgrein í Berlingske tann 20. mars 2020 varð spurt (mín týðing): Skal tað kosta fleiri hundrað milliardir krónur og eina tragiska samfelagsliga kreppu at bjarga tí, sum svara til 50-100 miðalmenniskjalív?

Hvør er eitt miðalmenniskja?

Jú, vit mugu taka fíggjarlig atlit. Men tað er altavgerðandi, at vit í eini kreppu halda fast í teimum prinsippum, sum annars eru av so stórum týdningi í okkara vælferðarsamfelag – tað snýr seg um at verja menniskjað - ikki at gera lív upp í krónum og oyrum.

Og her er tað, at okkara fólkavaldu eiga tøkk uppiborna. Tí tey hava minst til at hava menniskjað í miðdeplinum. Tað er kortini gott, at vit sum samfelag halda fast við, at vit skulu verja og verjast, taka atlit og fara í sóttarhald. Tí tað sigur nakað um, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit eru. At vit eru eitt samfelag, sum tekur sær av menniskjanum - fyrst og fremst.

Men tað hevur verið tungt, og tað hevur vart leingi. Og nú gleði eg meg at sleppa at taka í hondina á fólki aftur, hyggja tey í eyguni og ynskja teimum ein góðan sunnudag úti í forkirkjuni. Eg gleði meg til at fáa mítt frælsi aftur. Og eg gleði meg at vitja fólk aftur uttan at hava ringa samvitsku.

Hatta er í roynd og veru nakað av tí, sum eg havi lært. Tað, sum eg sakni, er tað óskerda, millummenniskjansliga sambandið, tann óbundna samtalan, eitt klemm, spontaniteturin í tilvildarligari samveru. Tá alt kemur til alt, so er tað hetta, sum er so virðismikið og lívsneyðugt. Jú, tað er eisini lekkurt at fara at ferðast, fáa sól og hita og merkja sand millum tærnar. Men tað hevur nú lítið at siga í mun til alt hitt.

Og so leingist mær eftir várinum, tí góða, tí vanliga. Og eg gleðist um, at dóttir mín sleppur at vaksa upp í einum landi, har menniskjansskapurin enn er óskalaður.

Dagurin er nú longdur fleiri tímar síðani stytsta dag. Tað kennist væl. Vit hava brúk fyri ljósinum og at verða mint á, at ljósið er sterkari enn myrkrið. Og so vóru vit so heppin at fáa hetta sama at vita tann 20. januar, tá stjørnuskotið Amanda Gorman ríkaði heimin við sínum gløggu og myndandi orðum og minti okkum á, at ‘there is always light, if only we are brave enough to see it – if only we are brave enough to be it.’