Maria: "Mær dámar væl at kunna vísa Føroyar frá einari aðrari síðu"
Tíðindi
Maria: "Mær dámar væl at kunna vísa Føroyar frá einari aðrari síðu"
HER er heitið á spennandi fotosýning, sum í løtuni kann síggjast á Landsbókasavninum. Listakvinnan er 52 ára gamla Maria Desirée Holm-Jacobsen. Myndirnar í sýningini eru allar tiknar í Føroyum, men við einum øðrvísi vinkli, enn vit vanliga síggja, og tað er helst tað, ið ger listarligu fotomyndirnar so forvitnisligar. Eg havi hitt Mariu til eitt prát um myndatøku, list og Føroyar.
Eftir: Sólju av Skarði / Myndir: Maria Desirée Holm-Jacobsen 24.03.2026

 

Tað er nakað serligt at taka myndir í Føroyum, tí hetta er eitt stað eg altíð eri komin aftur til, og sum eg longdist eftir, tá ið eg ikki var her-Eg fekk mítt fyrsta myndatól sum smágenta, eitt heilt manuelt eitt. Síðan fekk eg eitt lítið kompakt kamera, og tá ið eg var 16 keypti eg eitt spegilsrefleksmyndatól fyri alla mína barnauppsparing

-Tað er jú næstan ein tjóðarítrótt fyri føroyingar at finna fram til hvar motivið á einum málningi man vera, og akkurát tað leggja mínar myndir ikki upp til, hugleiðir Maria, sum fyri góðum fimm árum síðani flutti til Føroya og starvast sum samskiftisleiðari í Norðurlandahúsinum. Maria, sum er hálvur føroyingur og hálvur dani, er annars uppvaksin í Danmark, men hevur tó búð onkur tíðarskeið í Føroyum sum barn og ung, og hevur altíð vitjað nógv í Føroyum. 

Hvaðani er áhugin fyri myndatøku komin?
-Tá ið eg var yngri, tók eg nógvar myndir av vinum og frá ferðum, eg var á. Og so havi eg altíð tikið nógvar myndir, tá ið eg havi ferðast í Føroyum. Tað er nakað serligt at taka myndir í Føroyum, tí hetta er eitt stað eg altíð eri komin aftur til, og sum eg longdist eftir, tá ið eg ikki var her. So at taka myndir í Føroyum hevur verið ein blanding av sakni og at vilja halda fast í tí, sum eg sá, tá ið eg endiliga var her. Men eg taki tó altíð myndir, óansæð hvar eg eri. 

 

Hvaðani fært tú íblástur?
-Tá ið eg koyri runt, kann eg blíva fangað av einum formi ella linju ella kanska onkrum, sum bara sær eitt sindur abstrakt út. Og so steðgi eg bilinum og royni at taka myndir av tí. Tá ið eg flutti til Føroya, átti eg ongan bil, men eg var nógvar túrar við Gongufelagnum, og eg hevði altíð myndatólið við. Nú fari eg mest sjálv við bilinum út at taka myndir. Tá ið eg taki myndir, brúki eg nógva tíð upp á at flyta meg eitt vet upp ella niður, eitt sindur hendan vegin ella handan vegin fyri at fáa júst ta røttu myndina. Tí dámar mær væl at fara einsamøll og ikki skula fyrihalda meg til, at nakar stendur og bíðar eftir mær.

 

"Mær dámar væl at síggja elementir í myndunum, sum ein ikki gevur sær far um í gerandisdegnum”
Spurd, hvussu hon vil lýsa sínar myndir, fortelur Maria, at hennara myndir ikki eru so dramatiskar eins og turistmyndirnar, vit vanliga síggja.

-Eg framhevji flaturnar, so ofta verða tær symetriskar og tað er lítil munur millum ljós og skugga. Hetta ger myndirnar ódramatiskar og statiskar. Men har kann koma eitt slag av dynamikki í myndirnar, tá ið man ivast, hvat tað er, man sær - um tað er ektað. Tað er har, ið energiin í myndini er, haldi eg.

eg vil fegin vísa tað, sum ein upplivir, tá ið ein býr her. Alt tað, sum ikki bara er vakurt landslag

-Á ein hátt haldi eg eisini, at eg ofta uppdagi eitt motiv, tí tað minnir meg um - ella líkist - einum málningi ella onkrum grafiskum.  

-Mær dámar væl at kunna vísa Føroyar frá einari aðrari síðu. Tær flestu myndirnar, tú sært frá ferðavinnuni, hava ofta til felags, at tær fagna tí ekstremt flotta landslagnum. Tað skilji eg eisini væl, tí landslagið í Føroyum er so fantastiska flott. Men eg vil fegin vísa tað, sum ein upplivir, tá ið ein býr her. Alt tað, sum ikki bara er vakurt landslag. So á mínum myndum er ofta okkurt menniskjaskapt, umframt landslagið.  

-Mær dámar væl at síggja elementir í myndunum, sum ein ikki gevur sær far um í gerandisdegnum. Tílíkt, vit ikki júst meta sum vakurt, men, sum tó kann vera tað. Ja, mær dámar at koma við øðrum myndum, enn teimum vit vanliga síggja úr Føroyum.  

 

Framsýningin í Landsbókasavninum eitur HER. Kanst tú greiða frá titlinum?

-Heitið HER er tvítýtt. Tað er bæði tað, at myndirnar eru tiknar her í Føroyum, men tað refererar meira konkret til, at motivini eru sera stramt komponerað og fyri at uppliva júst tað, ein sær á myndini, so verður tú noydd at standa júst her. Um eg flutti meg nakrar fáar sentimetrar, so hevði motivið møguliga dottið sundur. Eg stýri linjunum sera neyvt. Tað, sum heitið HER hinvegin ikki refirerar til, tað er nakað ávíst stað í Føroyum.

Summi spyrja meg um tað er ektað ella fotoshoppað, og tað haldi eg vera nokkso skeg

- Tá ið ein stendur júst presis her, tá kemur eitt ávíst motiv fram. Og motivið ger ein varugan við, at har er eitt motiv, tí tað er so fokuserað upp á linjur og flatir, at tað næstan kann síggja kunstigt út.

- Mær dámar nevniliga væl, at man fyrst sær tað eina, og so uppdagar man okkurt heilt annað. Summi spyrja meg um tað er ektað ella fotoshoppað, og tað haldi eg vera nokkso skeg. Til dømis er eina myndin á Landsbókasavninum eitt hús vesturi í Vágunum. Tað sær sera kunstigt út, næstan sum eitt hús eg havi fotoshoppað inn í myndina. Men húsið er har í veruleikanum; man koyrir framvið tí, tá ið man fer á flogvøllin. Og mær dámar so væl hatta við at man kann koma at ivast í hvat tað er, sum man sær. Umhvørvið, man sær í gerandisdegnum verður sæð í einum øðrum ljósi, tí tað er innrammað soleiðis, sum tað er. Tað kann blíva eitt sindur kulissu-aktigt.

 

 




Sýningin

HER er ein framsýning við 17 myndum. Reyði tráðurin í sýningini er, at allar myndirnar hava fokus á kompositión - og tað er ein strøm kompositión. Og at man kann fara at ivast í um tað, sum man sær, er 100% ektað.

Hóast Maria hevur tikið myndir síðan hon var smágenta, so sýndi hon fyrstu ferð fram á Ólavsøkusýningini í Listasavninum í fjør, og sýningin HER er fyrsta solo-framsýning hjá Mariu. 

Maria vónar, at hon við sínum myndum kann vera við til at varpa ljós á og geva fotolist meira pláss á føroyska samtíðarlistapallinum. Við fotomyndini kunnu vit nærkast heiminum og løtuni á ein serstakan hátt, og kanska finna nýggjar forteljingar um Føroyar, sigur Maria at enda.

 

Sýningin HER kann síggjast í forhøllini í Landsbókasavninum til 1. august.

HER verður harumframt sýnd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn frá 12. apríl.

 

Maria hevur Instagram-vangan maria_desiree_holmjacobsen, har hon javnan leggur myndir út, bæði úr gerandisdegnum og frá túrum í Føroyum og aðrastaðni.

 






Viðkomandi greinar