Maria Skaalum Petersen vunnið Ársins miðlaheiður 2022
Tíðindi
Maria Skaalum Petersen vunnið Ársins miðlaheiður 2022
Maria Skaalum Petersen, ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari, vann seinnapartin Ársins miðlaheiðursløn fyri sína góðu vísindaligu miðling.
Eftir: Kvinna 23.09.2022

Ársins miðlaheiðursløn varð latin í endanum á Vísindavøkuni, sum í ár varð hildin í Løkshøll í Runavík.

- Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá hann handaði henni heiðurslønina vegna Granskingarráðið.

Hesi hava higartil vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen