Maria Tórgarð vann Geytan og Áskoðaravirðislønina
Tíðindi
Maria Tórgarð vann Geytan og Áskoðaravirðislønina
Í gjárkvøldið var árliga føroyska stuttfilmskvøldið hildið í Norðurlandahúsinum, har tilnevndu stuttfilmar blivu sýndir á stórskýggja, og bæði Geytin og Áskoðaravirðislønin blivu handaðar.
Eftir: Sólju av Skarði Myndir: Finnur Justinussen /Leit 01.03.2026

Sjey filmar vóru við í Geytanum, og teir vóru allir á høgum støði, eins og seinnu árini. Seinasti filmurin á skránni var Mammuskepilsið hjá Mariu Tórgarð - og tað var helst gott, at hann ikki var fyrr á skránni, tí við sterku, djørvu, listarligu og sera rørandi forteljingini um seg og sálarsjúku mammuna, var neyvan eitt eyga í salinum turt, og tað hevði verið trupult at hugsavnað seg um fleiri filmar eftir hesa sýningina.

 “Við hegni og dirvi, leiðir leikstjórin okkum innar, har óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd. Hesin heimildarfilmur er ein samansett perla, sum virðiliga, hjartaliga og inniliga ber seg allan vegin á mál” grundgav ein samd dómsnevnd.

Í steðginum tosaðu øll um Mammuskepilsið, og tað kom tí ikki óvart á, at Maria, umframt Geytan, eisini vann Áskoðaravirðislønina.

Bæði Katarina Nolsøe, mamma Mariu, og pápin, Hans Tórgarð, komu við henni oman á gólvið at taka ímóti virðislønini. Tey eru bæði týðandi leiklutir í filminum.

Í takkarrøðu síni takkar Maria foreldrum sínum fyri at vera so opin og at tora at vera sárbar saman við sær. Serliga takkar hon mammuni fyri at tosa um ting, sum eru ring at tosa um. 

 Kvinna ynskir Mariu hjartaliga til lukku við filminum og virðislønunum.




Viðkomandi greinar