Maria verður nýggjur dómpróstur
Tíðindi
Maria verður nýggjur dómpróstur
Hon tekur við embætinum tann 1. februar 2026
Eftir: Kvinnu / Mynd Beinta á Torskilsheyggi 24.10.2025

Løgmaður hevur útnevnt Mariu Jørðdal Niclasen til dómpróst. Hon tekur við embætinum tann 1. februar 2026. Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu teirra.

 

Embætið var lýst leyst at søkja í august. Tríggjar umsóknir komu til embætið. Áðrenn løgmaður útnevndi komandi dómpróst vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.

 

Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.

 

Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu.

 

Sunnudagin 25. januar 2026 skipar biskupur Mariu Jørðdal Niclasen í embætið sum dómpróstur.